Tað eru heili 75 ár síðani at Heðin Brú stovnaði Norrøna Felagið í Føroyum og gjørdist fyrsti formaður í felagnum. Stovnandi aðalfundur var í Sjónleikarhúsinum 18. november 1951. Í fyrstu nevndini sótu Sofía Petersen, Heðin Brú, Thomas Nygaard, Christoffer Lützen og Sverri Dahl.
Øll Norðurlond hava Norrøn feløg, og fleiri lokal feløg eru eisini. Fyrstu Norrønu feløgini komu beint eftir fyrra heimsbardaga. Endamálið var at knýta Norðurlond saman.
- Tað var øðiliga breitt formulera, men endamálið var at vit skuldu samlast. Feløgini skuldu menna og styrkja sambandið ímillum norðbúgvar, og tað hava tey gjørt uppá ymiskar mátar, tað sigur Ásmundur Guðjónsson, næstformaður í Norrøna felagnum í Føroyum.
Ásmundur Guðjónsson fór frá sum stjóri í NORA fyri fýra árum síðani, síðani hevur hann verið virkin í nevndini í Norrøna felagnum í Føroyum. Áðrenn hetta var hann limur. Ásmundur Guðjónsson hevur eisini arbeitt í ministararáðnum í Keypmannahavn og í Fiskimálaráðnum, og tá arbeiddi hann við norðurlendskum viðurskiftum.
- Eg havi altíð verið áhugaður í tí norðurlendska. Norðurlendingar sum eg hitti eru glað fyri sambandið, tað nemur hjartastrongirnar at vitja eitt Norðurland, tað er sum at vitja eitt systkinabarn.
Mett verður at umleið 30000 fólk eru virkin í Norrønu feløgunum í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi, Álandi og Føroyum.
- Tað sum drívur verkið, er at vit síggja at vit hava nakað í felag, sum vit vilja menna, og vit kunnu læra av hvørjum øðrum.
Feløgini arbeiða við nógvum felags verkætlanum, eitt nú Nordjobb. Nordjobb er ein skipan fyri ung ímillum 18-30 ár. Tey ungu fáa møguleika at arbeiða og búgva í einum øðrum Norðurlandi í eitt avmarkað tíðarskeið.
Í ár hava Umleið 80 norðurlendingar arbeitt í Føroyum ígjøgnum Nordjobb skipanina.
- Tíðverri eru tað ov fáir føroyingar sum fara avstað, ein fór í fjør.
Ein undirvísingarpallur er mentur, sum eitur Norden i skolen. Tilfarið er til fólka- og miðnámskúlan og snýr seg um øll Norðurlondini. Flokkar kunnu eisini fáa samband hvør við annan á pallinum.
Hvørt ár er bókmentavika. Útvaldar bøkur bøkur úr hvørjum Norðulandi verða týddar og lisnar upp. Estland, Lettland og Litava eru eisini við í bókmentavikuni.
Eisini verður skipað fyri summarlegum í Hillerød í Danmark, fyri børn millum 11-15 ár, sum fáa høvi at vera saman í eina viku.
Fíggingin kemur oftast frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
- Spyrja vit parlamentarikararnar, hví teir hava Norðurlandaráðið, er tað helst tí at teir kunnu tosa um síni heimligu trupulleikar, við starvsfelagar sum hava sama slag av trupulleikum, ella skilja trupulleikarnar, tí tey norðurlendsku samfeløgini eru eftirhondini ógvuliga lík.
Her heima skipar føroyska Norrøna felagið fyri nøkrum afturvendandi tiltøkum, fyrst í januar er Norðurmót, tá savnast politikarar, embætisfólk og onnur sum arbeiða við norðurlendska samstarvinum. Felagið greiðir frá hvat varð gjørt farna ári, og hvat fer at henda í nýggja árinum. 23. mars er norðurlandadagur, tá verður ofta skipað fyri tiltaki í samstarvi við Norðurlandahúsið og NORA.
Eisini eru limatiltøk sum hava til endamáls at skapa hugna.
- Í summar hava vit vitjað viðarlundirnar í Føroyum. Vit hava næstan vitjað allar 24 viðarlundirnar. Ofta fara út ein leygardag og vitja 3-4.
Seinastu tvey árini hava limirnir eisini verið ein slupp túr við Westward Ho.
Norðurlond nærkast orsaka av støðuni í heiminum
Spurningurin um Norðurlond nærkast hvørjum øðrum, ella flyta seg burturfrá hvørjum øðrum er tvíbýttur, heldur Ásmundur Guðjónsson.
- Stjórnarleiðararnir halda at vit finna tættari saman, men tað er orsaka av hóttanunum frá Russlandi, sostatt er hetta nakað sum kemur uttanífrá. Serliga eftir at øll eru blivin NATO limir, ber til at skipa felags venjingar og trygd.
Ásmundur Guðjónsson heldur at tað gongur verri at samansjóða fólki í Norðurlondum.
- Mín meining er at tað stendur ikki væl til. Málsliga eru vit við at skrædna, tí tey skandinavisku málini menna seg hvør sín veg, og tí skilja vit illa hvønn annan, og eru farin at tosa enskt okkara millum.
Enskt hevur leingið verið seinna málið í Íslandi og Finnlandi, og Ásmundur Guðjónsson væntar, at um nøkur á hevur enskt eisini yvirhála danskt í Føroyum.
- Tá enskt blívur málið vit samskifta á, missa vit fótafesti, tí felagsskapurin er í stóran mun bygdur á eitt felags skandinaviskt mál. Skulu vit samskifta á enskum, kunnu vit tað sama hava samband við Shetlandoyggjarnar ella onnur.
Aftur til røturnar á stovningardegnum
75 ára stovningardagurin hjá Norrøna Felagnum í Føroyum varð hildin á sama staðið sum felagið varð stovnað, í Sjónleikarhúsinum.
Torbjörn Nyström, formaður byrjaði haldið, og síðani helt Bárður Jákupsson, fyrrverandi formaður, stutta røðu og Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandsráðnum bar felagnum eina heilsan
Rói Patursson og Vónbjørt Vang, sum bæði hava vunnið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, lósu sín skaldskap.
Tórshavnar Manskór framførdi nýggju norðurlendskar sangir, ein úr hvørjum landi, eisini úr Sámalandi.
Martin Næs, stýrislimur í Norrøna Felagnum greiddi frá um tá felagið varð stovnað.
Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum, prátaði við íslendsku rithøvundarnar Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn um bøkurnar teirra, og nýggjar íslendskar bókmentir.
Eisini varð skipað fyri kunningarkvøldi í Auluni í Finsen um Áland. Eins og Føroyar hevur Áland eitt heimastýri, sum tey kalla sjálvstýri, hetta er tó komið nógv styttri enn heimastýrið í Føroyum.
Bjarne Lindstrøm, fyrrverandi stjóri á Hagstovuni, granskari og rithøvundur greiddi frá hesum viðurskiftum.
Maiken Poulsen greiddi frá, hvussu tað er at búgva í álendska samfelagnum. Hon er føroyingur, forkvinna í Norrønafelagnum í Álandi, fyrrverandi løgmansskrivari og protokolfulltrúi,
Jan-Erik Berglund, journalistur og sjónleikari, framførdi eitt brot úr leikinum um Ålandskungen,