info
Ongi úrslit

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

Løgreglan tók tríggjar bilførarar fyri at koyra ov skjótt á Skálafjarðarvegnum í gjár. Har var ferðin sett niður í 30 kilometrar um tíman.

Eirikur Lindenskov
24. oktober 2026 kl. 09:20

Frá knapt klokkan 7.30 til nakað eftir klokkan 8.15 í gjár kannaði løgreglan ferðsluna á Skálafjarðarvegnum millum Effo og Kelduna. Á hesum vegastrekki er ferðmarkið niðursett frá 50 til 30 km um tíman.

Tríggir bilførarar vórðu steðgaðir fyri at koyra ov skjótt. Tveir vórðu máldir at koyra 64 kilometrar um tíman, og ein koyrdi 58 kilometrar um tíman.

Loyvda ferðin á strekkinum var 30 kilometrar um tíman, og allir tríggir bilførararnir kunnu vænta treytaða frádøming av koyrikortinum.

Løgreglan steðgaði eisini einum bili, har ikki øll børnini sótu rætt íbundin. Tað gav bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.

Í Klaksvík vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildna telefon um hálvgum tólvtíðina í gjár. Báðir fingu eitt klipp í koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

16 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

15 minuttir síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

40 minuttir síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

2 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

4 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

9 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

10 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

10 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

11 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

12 tímar síðan