info
Ongi úrslit

Carlos gevst í B68

Spanski áleyparin hjá B68 fer ikki at spæla við í seinnu hálvu

info
André Olsen
19. juli 2016 kl. 12:48
B68 heintaði undan kappingarbyrjanini í ár tveir spanskar leikarar til felagið. Hesir báðir vóru sostatt fyrstu sponsku leikararnir, sum nakrantíð hava spælt í føroysku deildini. Men samstarvið við sponsku leikararnar hevur ikki eydnast eins væl og vónað á Toftum frammanundan. B68 er botnlið í Effo-deildini, og eigur enn sín fyrsta sigur til góðar í Effo-deildini higartil í ár. Hetta hevur eisini borið við sær, at felagið nú steðgar samstarvið við spanska áleyparan, Carlos Quintana Herrero, sum hevur skotið eitt mál fyri felagið í ár. Sambært keldum hjá Miðlahúsinum fer spanski áleyparin heim til Spania fyrsta dagin, og verður sostatt ikki partur av hópinum hjá B68 í seinnu hálvu. Ístaðin hevur felagið fingið sær ein bosniskan áleypara, sum helst skal skjóta neyðugu málini fyri toftamenn. Hann eitur Damir Ibric Yuksel.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

21 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur

38 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

57 minuttir síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

1 tími síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

1 tími síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

1 tími síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

1 tími síðan
Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilur koyrdi inn framman fyri prutl

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir koyrdu ímóti ferðsl­uni á Vagli­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi

3 tímar síðan