info
Ongi úrslit

Christian hevur brotið skrúvuna

- Knappliga fór motorurin niður í umdreiningum, ristingar komu í skipið, og tað endaði við, at motorurin steðgaði, sigur Bogi Rasmussen, skipari, sum var í landi, tá Christian breyt skrúvuna.

Vilmund Jacobsen
6. september 2021 kl. 15:56

Bæði í ár og í fjør hava teir, sum eiga og reka Norðborg og Christian, verið óhepnir við skaðum á skipini. Í fjør breyt Norðborg motorin og kom at liggja í einar tríggjar mánaðir, og herfyri brotnaði skrúvan á Christiani.

Hendingin við Christiani fór fram fyri umleið einari viku síðan, meðan skipið var til fiskiskap eftir makreli einar 100 til 150 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Tað kendist løgið, tá ristingar komu í skipið, og motorurin steðgaði.

Bogi Rasmussen, sum førir Christian, men sum henda túrin var í landi, sigur, at knappliga fór motorurin niður í umdreiningum, ristingar komið í skipið, og tað endaði við, at motorurin steðgaði.

- Fyrst hugsaði manningin, at okkurt var hent við skrúvuni - at okkurt var komið í skrúvuna, kanska eitt trol ella okkurt heilt annað. Brimil kom skipi og manning til hjálpar, og tá teir sendu eina dronu niður at kanna málið, vísti tað seg, at eitt av bløðunum á skrúvuni stóð í vinkul.

Bogi Rasmussen vísir á, at skrúvan á Christiani hevur fýra bløð, og tað var tað eina blaðið, sum var boygnað. 

Brimil sleipaði Christian til Skálar, har skipið varð tikið upp í dokkini. Nú skrúvan er komin úr skipinum, vísir tað seg, at brot er inni í sjálvum skrúvuhøvdinum, og tað sigur skiparin er ikki hent áður í hansara tíð umborð á nøkrum skipi.

Myndin er ikki tøk

- Allar kanningar vísa, at skrúvan hevur ikki borið við nakað, men at hetta er eitt hendiligt óhapp, har brot er inni í sjálvum skrúvuhøvdinum.

Bogi Rasmussen vísir á, at spurningurin síðan hevur verið, hvørji ráð eru til at taka. Tað tekur langa tíð at fáa eina nýggja skrúvu, og tí er avgerð nú tikin um, at skrúvan skal sendast niður til Danmarkar til umvælingar.

- Eg vænti, at skrúvan fer niður í dag, og í Danmark vænta tey, at umvælingin fer at taka umleið eina viku. Vit vænta tískil at missa einar tríggjar vikur í fiskitíð, um alt gongur væl, sigur skiparin á Christiani.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

24 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

1 tími síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

1 tími síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

4 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

4 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

5 tímar síðan