Tað endaði við 6-0 heimasigri, tá ið B71 í dag hevði vitjan av ÍF. Hálvleiksstøðan var 4-0. Útlendskir spælarar skoraðu øll málini hjá B71, sum fyri síðstu ferð í hesum umfarinum spældi heimadyst í 1. deild. Næsti heimadysturin verður í 2027, tá ið B71 fer at spæla í Meistaradeildini. Um eina viku fáa sandoyingar steyp og gullkrónur í Trongisvági.
Tað var málleyst, inntil ein lítil hálvur tími var farin. So skoraði B71 tvey mál í fimm minuttir – málskjúttar vóru Eric Oteng eftir upplegg frá Aron Klementsen og Mads Svane – og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, skoraði B71 tvey mál aftrat. Beinanvegin eftir steðgin økti Tobias Koktvedgaard um munin til 5-0, og ein lítil tími var farin, tá ið Eric Oteng átti uppleggið til 6-0 málið.
Síðsta hálva tíman vórðu fleiri ungir sandoyingar skiftir inn á B71 liðið.
Sigurin ber við sær, at tað nú er greitt, at B71 er bæði gullvinnari og uppflytari úr 1. deild og upp í Meistaradeildina. B71 hevur 63 stig og málmunin +57, og næstfremst er Víkingur, sum í løtuni spælir heimadyst ímóti B36. Hálvleiksstøðan í Sarpugerði er 3-0 til Víking. Undan 26. umfari hevði Víkingur 57 stig og málmunin +27.
Aftur í dag var Lucas Ørneborg stóri maðurin hjá B71. Hann skoraði trý mál, og so legði hann upp til eitt mál, sum Mads Svane skoraði.
Lucas Ørneborg er toppskjútti í 1. deild við 32 málum.
ÍF er á fjórða plássi við 37 stigum. Tað er sama stigatal, sum TB hevur. Dysturin hjá TB á útivølli ímóti FC Suðuroy er útsettur til hósdagin. Bæði ÍF og TB hava málmunin -2. Í síðsta umfari fer ÍF, sum tríggjar tær seinastu ferðirnar bara hevur vunnið eitt stig, at spæla á heimavølli ímóti FC Suðuroy.