info
Ongi úrslit

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

1. DEILD: Teir, sum fyrr í dag tóku ímóti FM steypi og gullkrónum í U-18 landskappingini, vóru aftur á listanum, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi í kvøld vann í Sarpugerði ímóti B36

© Mynd: Víkingur
Víkingur U-18 FM vinnari: Aftanfyri frá vinstru: Óla Kristian Jacobsen, Markus Højgaard, Rósing Toyt, Búgvi Lervig, Jónas Olsen, Rasmus Heinesen, Kristian Jacobsen, Jens Eiler Samsson, Boas á Reynatrøð, Pætur Andreassen, Fróði Juul Jarnskor, Jóhan Kristian Jansson, Gert Hansen. Frammanfyri frá vinstru: Pætur Højgaard, Djóni Øre, Tórolv Torkilsson Justinussen, Pauli Gertson Jarnskor, Akihiro Jared Doronila, Jóhannus Lamhauge, Emil Jacobsen
Jóannes Hansen
17. oktober 2026 kl. 21:57

Hetta var ein góður dagur hjá ungu víkingunum. Fyrr í dag vóru teir í Klaksvík, har teir tóku ímóti FM steypinum (sí myndn). Í kvøld vóru teir á listanum hjá liðnum hjá Víkingi í 1. deild.

Tað endaði við 3-1 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi í Sarpugerði í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Hálvleiksstøðan var 3-0.

Undan síðsta umfari, tá ið Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og tá ið B36 verður partur av grannauppgerð ímóti HB, eru víkingarnir framvegis favorittar at enda næstfremst. Víkingur hevur 60 stig, og tað eru trý stig fram til B71, sum hevur málmunin +57. Málmunurin hjá Víkingi er +29. Tað eru fýra stig aftur til FC Suðuroy, sum hevur 53 stig. FC Suðuroy eigur útsettan dyst ímóti TB. Hann verður spældur mikudagin á Vágseiði.

Fríði Gertsson Jarnskor legði upp til 1-0 og 2-0 málini, sum Jákup Martin Jarnskor og Filip Djordjevic skoraðu, og fimm minuttir undan steðginum var tað Boas á Reynatrøð, sum økti um munin til 3-0. Jákup Martin Jarnskor hevur skorað sjey mál í næstbestu deildini í ár, Filip Djordjevic hevur skorað seks mál, og í dag var Boas á Reynatrøð, sum um eina viku, leygardagin 24. oktober, verður 16 ár, fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild, har hann sambært FaroeSoccer í dag spældi fyri 10. ferð.

Tíggju minuttir undan leikloki minkaði B36 um munin til 3-1. Málskjútti var Jeremiah Mensah Okornoe, og uppleggið átti Andrass Henriksen. Hetta var sætta ferðin í ár, at Jeremiah Mensah Okornoe, sum er 22 ára gamal og ættaður úr Gana, var málskjútti hjá B36 í 1. deild.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

0 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

30 minuttir síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

1 tími síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

4 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

4 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

4 tímar síðan
Tíðindi

Geza var besti leikarin í heimatapi hjá Grimsby Town

5 tímar síðan