Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.
Í Arena Nord í Frederikshavn vunnu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel 29-25 á liðnum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Aarhus. Aarhus var annars á odda 15-14 í steðginum.
Kjartan skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál. Rói skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Vendsyssel er nummar seks í deildini við 10 stigum. Aarhus er nummar níggju við átta stigum.
Í morgin klokkan 13 hava Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge dyst á heimavølli móti Odder. Klokkan 15 spæla Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ dyst á útivølli móti Grindsted.