info
Ongi úrslit
Nógv hevur verið tosað um, hvussu ferðsluvandin á landsvegnum við Streymin kann avmarkast. Nú er málið reist sum ein fyrispurningur til landsstýrismannin

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

Longu í 2007 varð arbeitt við einari loysn, og í vár varð kostnaðurin mettur til 15 milliónir krónur. Men framvegis manglar játtanin til at tryggja vandamikla vegastrekkið.

Eirikur Lindenskov
17. oktober 2026 kl. 22:55

Ferðin er lækkað, og ferðgáar eru settir upp. Men ein varandi loysn á ferðsluviðurskiftunum við Streymin bíðar framvegis eftir pengum.

Sambært Kringvarpinum er eingin játtan til størri ferðslutrygdarátøk á staðnum, hóast trupulleikin hevur verið til viðgerðar í fleiri ár.

In.fo hevur fleiri ferðir skrivað um vandamikla vegastrekkið. Í mai greiddi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, frá, at ov nógvar íbindingar eru á einum stuttum strekki. Serliga er sýnið frá Norðskála út á høvuðsvegin vánaligt, tí útkoyringin liggur innanvert í einum svingi.

Tá upplýsti hann eisini, at Landsverk metti eina loysn við undirføring undir landsvegin at vera ta bestu. Við henni hevði lokala ferðslan millum Norðskála og Oyrarbakka sloppið undan at koyrt út á høvuðsvegin.

Samlaði kostnaðurin varð mettur til umleið 15 milliónir krónur, sum in.fo skrivaði 28. mai.

Arbeitt hevur verið við einari loysn síðani 2007. Tá kom eitt tilboð upp á 4,2 milliónir krónur, men neyðuga játtanin varð ikki veitt.

Málið varð aftur reist í september, tá Haraldur Símunarson Hammer spurdi landsstýrismannin, um pengar verða settir av á fíggjarlógini fyri 2027, og um ein trygg loysn verður framd í hesum samgonguskeiðinum. Tað skrivaði in.fo 29. september.

Lovisa Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur við Kringvarpið, at lækkaða ferðin og ferðgáarnir gera mun. Hámarksferðin er lækkað úr 80 niður í 60 kilometrar um tíman, men bilførarar hava framvegis lyndi til at koyra ov skjótt.

Hon vísir samstundis á, at tað er neyðugt at hava viðlíkahald og ferðslutrygd á verandi vegum í huga, tá stórar íløgur verða gjørdar í at byggja vegakervið út.

Bæði rundkoyring og undirføring hava verið umrøddar. Men hóast fleiri uppskot og áralanga viðgerð vantar framvegis fíggingin til eina varandi loysn.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

1 tími síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

1 tími síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

4 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

5 tímar síðan
Tíðindi

Geza var besti leikarin í heimatapi hjá Grimsby Town

5 tímar síðan