Løgmansskrivstovan hevur ábyrgd av umsiting, rakstri, varðveiting og menning av bygningum og økjum á Tinganesi, og í hesum sambandi verður nú leitað eftir einum byggiharraráðgeva.
Sambært útboðnum skal ráðgevin hjálpa við bæði strategiskari ráðgeving og ítøkiligum verkætlanum í sambandi við umbyggingar, umvælingar og menning av søguliga umhvørvinum á Tinganesi.
Arbeiðið kann millum annað fevna um at fyrireika og skipa byggiverkætlanir, gera byggiskráir og uppgávulýsingar, stýra kostnaði og tíð, skipa útboð og sáttmálar, leiða verkætlanir og ráðgeva um varðveitingarvirði og mentanararv.
Løgmansskrivstovan sigur í útboðnum, at serlig atlit skulu takast til, at Tinganes er eitt av mest virðismiklu søgu- og mentanarøkjum í Føroyum.
Tí verður tað mett sum ein fyrimunur, um ráðgevin hevur royndir við arbeiði í søguligum býarrúmum, friðaðum ella varðveitingarverdum bygningum og við samstarvi við mentanarmyndugleikar.
Umleið tríggjar milliónir um árið í verkætlanum
Sambært útboðstilfarinum verður roknað við, at samlaða árliga verkætlanarvirðið fer at liggja um tríggjar milliónir krónur.
Løgmansskrivstovan bindur seg tó ikki til eitt ávíst virksemi.
Rammuavtalan skal eftir ætlan vera galdandi í trý ár, við møguleika fyri leinging, um størri verkætlanir eru í gongd og skulu gerast lidnar.
Prísur og góðska telja líka nógv
Tilboðini verða mett eftir tveimum høvuðstreytum:
Prísur telur 50 prosent og góðska 50 prosent.
Undir góðsku verður millum annað hugt at fakligari góðsku og uppgávufatan, royndum og tilvísingum, og hvørji fólk og førleikar verða sett til uppgávuna.
Lægsti tímaprísurin, sum verður brúktur í metingini, er 750 krónur.
Freistin er 10. november
Útboðið varð lagt á Keypsportalin 16. oktober.
Freistin at seta spurningar er 27. oktober, og tilboð skulu vera inni í seinasta lagi 10. november.
Løgmansskrivstovan væntar at hava samrøður við tilboðsgevarar 16.–18. november og miðar eftir at velja vinnaran 20. november.
Ætlanin er, at avtalan skal koma í gildi 1. januar 2027.