info
Ongi úrslit

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

1. DEILD: Nú bendir alt á, at felagið í Hoyvík fer at bjarga sær undan at flyta niður

Jóannes Hansen
17. oktober 2026 kl. 18:13

Talan var um sera søtan sigur, tá ið FC Hoyvík í dag á heimavølli vann 2-0 ímóti NSÍ.

Sigurin ber við sær, at FC Hoyvík undan 27. og síðsta umfari er á áttanda plássi við 26 stigum, og tað tað harvið er upp til teir í FC Hoyvík sjálvar at gera av, um teir skulu sleppa undan niðurflyting. Í síðsta umfari verður mótstøðuliðið EB/Streymur í Hólmanum á Eiði.

HB er á níggjunda plássi við 25 stigum, og NSÍ er á sjeynda plássi við 26 stigum og frægari málmuni enn FC Hoyvík. Málmunurin hjá NSÍ er -23, og hjá FC Hoyvík er málmunurin -34. Málmunurin hjá HB er -10.

Tað eru hesi trý feløgini – NSÍ, FC Hoyvík og HB – sum um eina viku fara at stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður úr 1. deild. Í síðsta umfari fer HB at spæla ímóti grannunum í B36, sum hava tryggjað sær plássið í 1. deild, NSÍ fer at spæla á heimavølli ímóti Víkingi, og FC Hoyvík fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, sum longu er flutt niður úr 1. deild.  

FC Hoyvík skoraði bæði málini fyrra partin av fyrra hálvleiki í dag. Villiam Emil Klein legði eftir upplegg frá Owusu Emmanuel Andorful heimaliðið framum í 11. minutti, og eisini 23. minutti var tað  Owusu Emmanuel Andorful, sum átti uppleggið, tá ið Rói Olsen økti um munin til 2-0. Hetta var triðja ferðin í ár, at Villiam Emil Klein var málskjútti, og hetta var fyrsta ferðin, at 29 ára gamli Rói Olsen var málskjútti í 1. deild, síðani hann fyrr í ár flutti úr 07 Vestur og til FC Hoyvík.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

10 minuttir síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

36 minuttir síðan
Tíðindi

Geza var besti leikarin í heimatapi hjá Grimsby Town

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan koppaði oddaliðnum í KÍ-høllini

1 tími síðan
Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

1 tími síðan
Hondbóltur

Triðja tapið á rað hjá TTH Holstebro

2 tímar síðan
Tíðindi

Greinari: Trump hevur valt at stuðla Putin

2 tímar síðan
Tíðindi

Russisk álop tóku streymin frá meira enn einari millión fólkum

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Vejle vann á útivølli í Aalborg

3 tímar síðan
Fótbóltur

Teitur er aftur í HB málinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil seta inntøkumark í fiskavirkisskipanini

3 tímar síðan
Tíðindi

Pávin út­skriv­að­ur eft­ir skurð­við­gerð fyri lungna­krabba

4 tímar síðan