Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried eru í einari góðari gongd í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
Í trimum teimum seinastu dystunum hevur Ried knógvað sjey stig.
Í kvøld gjørdist talan um 3-2 sigur á heimavølli á Austria Wien.
Útiliðið legði seg á odda 1-0 í 18. minutti, men 10 minuttir seinni høvdu Stefan Schwab og Philipp Pomer syrgt fyri, at Ried var á odda 2-1. Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini setti Isaac Thelin eitt brotsspark í netið, so Ried var á odda 3-1. Í yvirtíðini megnaði Austria Wien at pynta um úrslitið.
Fyri leikliga avrikið fær Samuel næstbest karakterin av leikarunum hjá Ried. Flashscore gevur Samuel karakterin: 7,3 (av 10 møguligum). Sofascore gevur Samuel karakterin: 6,8.
SV Ried er nummar fýra í eysturríksku bundesliguni við 14 stigum. Rapid Wien er fremst við 24 stigum.
Sunnudagin 25. oktober klokkan 13.30 hevur SV Ried dyst á útivølli móti Sturm Graz.