Nýggja farleiðin til Dals kostar umleið 180 milliónir krónur, og royndirnar frá arbeiðinum kunnu fáa týdning fyri, hvussu Tjørnuvíkartunnilin verður gjørdur.
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um kostnaðin av tunnilsbygging á landi.
Landsverk hevur lagt Dalstunnilin til rættis og staðið fyri verkætlanini. Tunnilstoymið hjá Landsverki hevur borað og sprongt, meðan arbeiðið annars hevur verið býtt sundur í fakarbeiðstøkur við eini røð av føroyskum fyritøkum sum veitarum.
– Royndirnar frá Dalstunlinum eru góðar. Farleiðin er væl gjørd, og tunnilin er lutfalsliga bíligur, skrivar landsstýrismaðurin.
Dalstunnilin er 2.219 metrar langur. Nýggja farleiðin til Dals kostaði umleið 180 milliónir krónur.
Mynd: Jens Kr. Vang / Landsverk.
Vegagerðin er við í prísinum
Dalstunnilin varð tikin í nýtslu 18. juli í ár. Hann er góðar 2,2 kilometrar langur.
Tær 180 milliónirnar fevna tó um alla nýggju farleiðina. Umframt tunnilin eru umleið 500 metrar av vegi dagførdir í Dali og 2,5 kilometrar í Húsavík. Harumframt eru umleið 500 metrar av nýggjum vegi gjørdir á Skálavíkarvegnum, har eitt stórt sving eisini er umlagt.
Í svarinum verður eisini upplýst, at Landsverk keypti tunnilsútgerð fyri 13,7 milliónir krónur.
Trupult at samanbera tunlarnar
Høgni Hoydal bað millum annað um eina samanbering við Hvalbiartunnilin, Fámjinstunnilin og tunlarnar Norður um Fjall.
Í yvirlitinum frá landsstýrismanninum er samlaði kostnaðurin fyri verkætlanirnar:
Dalstunnilin: 180 milliónir krónur.
Hvalbiartunnilin: 269,2 milliónir krónur.
Fámjinstunnilin: 275,6 milliónir krónur.
Tunlarnir Norður um Fjall: 529,2 milliónir krónur.
Jacob Vestergaard leggur tó dent á, at tølini skulu samanberast við fyrivarni. Verkætlanirnar eru ymiskar í vavi, og bæði vegagerð, tunnilsbreidd, jarðfrøði og teknisk útgerð ávirka kostnaðin.
Landsverk skilur heldur ikki millum tunnilsgerð og vegagerð, tá útreiðslurnar verða bókaðar. Tí ber ikki til at lesa tølini sum kostnaðin av sjálvum tunlunum einsamøllum.
Fámjinstunnilin var sambært svarinum serliga kostnaðarmikil vegna jarðfrøðiligu viðurskiftini. Kostnaðurin fyri tunlarnar Norður um Fjall er heldur ikki endaliga gjørdur upp, tí Landsverk og arbeiðstakarin eru ósamd um ávísar útreiðslur.
Upplatingin av Dalstunlinum varð hátíðarhildin við tiltøkum 18. juli 2026.
Mynd: Jens Kr. Vang / Landsverk.
74 prosent fóru til privatar veitarar
Hóast Landsverk stóð á odda fyri Dalstunlinum, fóru umleið 74 prosent av útreiðslunum til privatar veitarar. Hini 26 prosentini fóru til almennar veitarar.
Í hinum trimum tunnilsverkætlanunum var parturin til privatar veitarar millum 94 og 98 prosent.
Níggju privatar fyritøkur fingu hvør meira enn fimm milliónir krónur útgoldnar í sambandi við Dalstunnilin. Millum størstu veitararnar vóru Kaj Andreasen og NCC Føroyar við umleið 16 milliónum krónur í part, El-Service við 15 milliónum og Finnleif Fagradal við 14 milliónum.
Sambært svarinum eru samanlagt umleið 20 milliónir krónur goldnar útlendskum fyritøkum í sambandi við Dalstunnilin.
Fyri hinar tunnilsverkætlanirnar ber ikki til at upplýsa eitt samsvarandi tal. Har avroknar Landsverk við høvuðsarbeiðstakaran, sum sjálvur ger avtalur við undirveitarar.
Sjúrður Nolsøe koyrdi fyrsta bussin við skúlabørnum úr Dali gjøgnum nýggja tunnilin.
Mynd: Jens Kr. Vang / Landsverk.
Tjørnuvíkartunnilin klárur at bjóða út
Royndirnar úr Dali verða nú tiknar við, tá støða skal takast til arbeiðsháttin við Tjørnuvíkartunlinum.
Annar møguleikin er at brúka sama leist sum í Dali, har Landsverk og tunnilsliðið standa á odda og bora tunnilin. Hin er at bjóða alla verkætlanina út til byggifyritøkur.
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við íløguætlanini, og Jacob Vestergaard sigur seg meta tað vera umráðandi, at Tjørnuvíkartunnilin verður raðfestur.
– Tjørnuvíkartunnilin er liðugt prosjekteraður og klárur at bjóða út, skrivar hann.
Landsstýrismaðurin upplýsir tó ikki, nær arbeiðið fer í gongd.
Svarið er dagfest 8. september.