info
Ongi úrslit

Løkke varliga bjartskygdur um avtalu við USA um Grønland

Samráðingarnar millum Danmark, Grønland og USA halda fram. Lars Løkke Rasmussen sær møguleikar fyri einari avtalu, men leggur dent á, at enn er einki komið upp á pláss.

Lars Løkke Rasmussen er varliga bjartskygdur um eina avtalu millum Danmark, Grønland og USA, men leggur dent á, at enn er einki komið upp á pláss. Savnsmynd. Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
45 minuttir síðan

Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, er varliga bjartskygdur um, at tað fer at bera til at fáa eina avtalu millum Danmark, Grønland og USA.

Tað segði hann fríggjadagin eftir ein fund í uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum. Har kunnaði hann nevndarlimirnar um samráðingarnar á høgum stigi, sum vórðu settar í gongd í januar, skrivar Ritzau.

Løkke leggur tó dent á, at samráðingar kunnu fara fyri bakka. Hann vísir millum annað til royndirnar at fáa eina handilsavtalu millum Kanada og USA, sum herfyri miseydnaðust.

– Tí eri eg sera afturhaldin við at geva mína endaligu meting av hesum. Vit hava onga avtalu, fyrr enn vit hava eina avtalu. Men tað er gott, at vit hava hetta samskiftið, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Trump skal góðkenna avtaluna

Uttanríkisráðharrin heldur, at samskiftið gevur orsøk til eitt ávíst bjartskygni. Hann vísir tó á, at ein avtala at enda fer at krevja góðkenning frá amerikanska forsetanum.

Sambært Løkke skal ein endalig avtala taka atlit at tí, sum verður nevnt lóglig og rímilig amerikansk trygdaráhugamál, samstundis sum hon virðir mørkini, ið Grønland og Danmark hava sett.

Hann kann tó ikki siga nakað avgerandi nýtt um, nær arbeiðsbólkurin kann vera komin á mál.

Í juni segði Løkke við Politiken, at hann væntaði eina loysn innan árslok. Tá metti hann, at tørvur var á nøkrum fundum aftrat.

Arbeiðsbólkur settur í januar

Viðurskiftini millum USA og ávikavist Grønland og Danmark hava verið spent, eftir at Donald Trump fleiri ferðir hevur borið upp á mál, at USA skal yvirtaka Grønland, sum er partur av ríkisfelagsskapinum.

Arbeiðsbólkurin millum tey trý londini varð settur eftir ein fund í Washington í januar.

Tá var Vivian Motzfeldt, táverandi grønlendsk uttanríkisráðfrú, í USA saman við Lars Løkke Rasmussen. Tey hittu amerikanska varaforsetan, J.D. Vance, og uttanríkisráðharran, Marco Rubio.

Samráðingarnar halda fram, men enn hevur Løkke onga dagfesting fyri, nær ein avtala kann vera klár.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

20 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

21 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

4 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

8 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

2 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

18 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Almennur fundur á Skúlatrøð um Føroyar á tjóðskaparleið

40 minuttir síðan
Tíðindi

Eykajáttan til Skúlan á Trøðni alt fyri eitt

59 minuttir síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

1 tími síðan
Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

2 tímar síðan
Tíðindi

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

3 tímar síðan
Tíðindi

RTS skal gera brimverjuna til vinnuøkið við Rætt á Toftum

3 tímar síðan
Tíðindi

Vatntrupulleikar á Eiði: Borgarar fáa vatn í fløskum

3 tímar síðan
Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

4 tímar síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

4 tímar síðan