info
Ongi úrslit

Dreymurin gjørdist veruleiki

Føroya hava á fyrsta sinnið vunnið NM kappingina í gonguløgum

Eirikur Lindenskov
14. august 2022 kl. 15:24

Hetta gjørdist veruleiki í dag, tá Knút Lützen á Kára frá Ásbrá, vann sanførandi í greinini GDB Gæðingakeppni.

Tað skrivar Ríðisamband Føroya.

Tað er ein ovurfegin føroyskur hópur sum í hesu løtu fegnast á Álandi, um at Føroyar á fyrsta sinnið hevur fingið ein norðurlendskan meistara. Hetta hendi nú Knút Lützen og hestur hansara Kári frá Ásbrá, hava vundið burturúr mótstøðuni og á degnum vunnu ein tryggan sigur fyri Føroyar.

Knút Lützen er kendir millum reiðfólk her á landið sum ein sera nærlagdur reiðmaður, seinasti árini hevur hann vant miðvíst til hesa kappingina. Korona hevur foðra kappingini seinastu árini, men hetta forðraði ikki dreyminum hjá Knúti, tað útsetti hann bara nakað, tí dreymurin var at vinna NM fyri Føroyar og tað er nú eyðnast.

Tað var tó ikki uttan stríð at Føroyar fingu sín fyrsta sigur á NM nakrantíð – Innleiðandi dagurin hjá Knút og Kára royndist ikki so væl og teir endaði í sokallaðari B finalu, har bara ein lutakari kann vinna seg í sjálva A finaluna. Men Knút og Kári gjørdu bart í B finaluni, vunnið rættiliga trygt á stórum altjóða nøvnum og so var líkasum um at vónin um nakað stórt var í væntu, byrjaði at spíra. Aftaná tað hugdi teir ikki afturum seg aftur og í dag vunnu teir so rættiliga trygt í A finaluni.

At tað skuldi koma til hetta skuldi tó als ikki borið til, tí í Føroyum er eingin breyt til greinina sum Knút nú hevur vunnið NM steypið í. Hetta minnir eitt sindur um Pippi, sum segði at hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, so hetta dugið eg heilt sikkurt.

– Vit frá Ríðisambandinum vilja ynskja Knút Lützen og Kára frá Ásbrá, hjartaliga til lukku við stóra altjóða heiðrinum, skrivar Ríðisamband Føroya.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

57 minuttir síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

2 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

10 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

10 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

11 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

12 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

12 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

12 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

13 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

13 tímar síðan