Hesaferð hevur H71 fingið HC Galychanka Lviv úr Ukraina við uppá at spæla báðar European Cup dystirnar í triðja umfarinum á uttanveltaðum vølli í Póllandi.
Spælt verður í pólska býnum, Bilgoraj sum liggur 70 km vestanfyri ukrainska markið. Galychanka fer tó at hava fyrimunin við væl styttri ferðing.
Dystirnir vera spældir 14. og 15. november.
H71 skrivar á heimasíðu sínari:
- Seinast liðini hittust í hesari kapping fekst ikki semja um at spæla tveir dystir á sama stað og tá endaði europeiska ævintýrið hjá H71 kvinnum brádliga, tí Russland leyp á Ukraina. Okkara kvinnur vóru staddar í Pólandi á veg til Ukraina, tá boð komu frá Uttanríkisráðnum í Danmark um, at kríggj var væntað og ikki var mett ráðiligt at fara til Lviv í Ukraina at spæla.
Evropeiska hondbóltsamgongan helt tó ikki, at eitt væntað kríggj var nóg góð umbering fyri ikki at fara til Ukraina, so H71 var dømt at tapa dystin 10-0 og fekk enntá eina bót. Hesuferð hava samráðingarnar millum partarnar gingið betur og H71 metir seg at hava fingið eina góða avtalu og hevur tí játtað, at spæla báðar dystirnar í Póllandi. Skrivar H71.