info
Ongi úrslit

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

Siðsøgan í Sosialinum hesaferð er 2. partur av frásøgn hjá Harald Anthoniussen, ættaður úr Oyndarfirði, um útróður/fiskiskap undir Grønlandi í 1952 við Gulldrangi.

Eirikur Lindenskov
18. oktober 2026 kl. 07:05

Okkara fiskiskapur undir Grønlandi byrjaði tíðliga í farnu øldini og undir Íslandi byrjaði av álvara seint í 1800 talinum.

Tað er óneyðugt at siga, at her hevur verið talan um fiskiskap á fjarleiðum og tilsvarandi nógv søga, sum eisini fyri ein stóran part er niðurskrivað og tískil er til skjals.

Her er eisini nógv skrivað niður og harvið varðveitt fyri efirtíðina. Hetta er partvíst skrivað av heimafólki, sum hava áhuga fyri hesi søgu.

Óli Jacobsen skrivar Siðsøguna í Sosialinum

Tað er eisini áhugavert, at tilfarið er komið undan kavi, sum er skrivað av monnum, sum hava royndir á sjónum, og har søgan er grundað á hesar.

Tað er rein tilvild av hansara tilfar er komið fram. Í 2007, júst tá eg var farin undir Siðsøguna, sum skjótt hevur verið til í 20 ár, hittu egHarald í Esbjerg.

Hann hevði verið trúboðari, men hann hevði á ungum árum verið fiskimaður bæði undir Íslandi og Grønlandi, har hann eisini hevði verið kokkur.

Men hann hevði skrivað niður ein hóp av sínum royndum á sjónum. Hesar eru varðveittar til allar tíðir.

Ein stóran part av hansara tilfari fekk eg longu i 2007, og vóru tá grundarlag fyri fleiri greinum. Restina av tilfarinum fekk eg fyri kortum frá okkara felags vinmanni Henning Poulsen, ættaður frá Syðrugøtu, sum hevur havt hetta tilfar í varðveitslu 

Hetta var eisini virðismikið tilfar, og partur av tí hevur verið grundarlag fyri m.a. hesa greinarøð um fiskiskap/útróður undir Grønlandi við Gulldrangi úr Fuglafirði í 1952.

Hetta er so ein partur av skipasøguni hjá S.P. Petersen fyritøkuni.

Harald var kokkur hendan túrin og hann greiðar áhugavert frá lívinum sum kokkur.

Hann greiður mestum dag fyri dag frá lívinum umborð og frá fiskiskapinum sum so.

Her eingin dagur líka. Tað verður nógv siglt at leita eftir fiski. Eisini fæst samband við grønlendskar fiskimenn, sum eisini hava áhuga fyri hvussu tað gongst føroyingum.

Teir uppliva eisini portugisarar við sínum bátum,, doryum, sum verða settar saman á dekkinum. 

Eisini er kongavitjan í Grønlandi. Harald dugur væl eisini at gera hesa vitjan áhugaverda.

Henda frásøgn er eitt fitt ískoyti til okkara fiskimannasøgu, sum er verd at lesa.

Helst kemur ein partur afturat seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

1 tími síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

8 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

9 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

10 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

10 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

11 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

11 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

11 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

12 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

13 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

13 tímar síðan