info
Ongi úrslit
© Tesla/Reuters/Ritzau Scanpix
Nýggi Tesla Roadster í luftini undir framsýningini í Texas 15. oktober. Myndin er tikin úr sjónbandi, sum Tesla hevur latið fjølmiðlunum

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

Nýggi Roadster-bilurin fór á flog og snaraði í luftini undir framsýning í Texas. Tesla ætlar at seta bilin í framleiðslu í 2028.

Eirikur Lindenskov
18. oktober 2026 kl. 08:10

Ein Tesla, sum koyrir við hjólunum uppeftir, fer á flog og lendir aftur á vegnum.

Tað var sjónin, tá Elon Musk hóskvøldið vísti nýggju útgávuna av Tesla Roadster fram á royndarøkinum hjá SpaceX nærindis Waco í Texas.

Bilurin er mentur í samstarvi millum Tesla og rúmdarfyritøkuna SpaceX.

Sambært Reuters brúkti hann kraftigar viftur, sum súgva luft undan bilinum og halda honum at rampuni við hjólunum uppeftir. Síðani fór hann út í luftina, snaraði og lendi við hjálp frá innbygdum trýstdýsum.

Eingin førari sat við rattið undir framsýningini, upplýsir Ritzau Scanpix.

Myndirnar, sum Tesla hevur latið fjølmiðlunum, vísa hvíta sportbilin í luftini við sjónligum strálum úr dýsunum undir og á síðuni av bilinum.

Tesla ætlar at byrja framleiðsluna í 2028. Verkætlanin hevur tó verið nógv seinkað: Tá ein undangonguútgáva varð víst fram í 2017, var ætlanin at lata fyrstu bilarnar í 2020.

Felagið kunngjørdi ongan endaligan søluprís á tiltakinum.

Talan er heldur ikki um, at allar útgávur fáa somu flogeginleikar. Sambært Reuters lýsir Tesla eina serliga útgávu, nevnda Rocket, sum hevur eina fulla flogskipan og bert verður boðin útvaldum keyparum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

2 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

9 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

10 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

10 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

11 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

11 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

12 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

12 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

12 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

13 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

14 tímar síðan