info
Ongi úrslit

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

- Stovnurin av búnum fiski er av tí minsta, sum er máldur, síðan skipaðu mátingarnar byrjaðu í 1972, sigur norskur havgranskari

Vilmund Jacobsen
19. oktober 2026 kl. 13:55

Triðja árið á rað mæla havgranskarar til, at eingin lodnuveiða verður í Barentshavinum.

Norski Havgranskingarstovnurin sigur, at ársins mátingar vísa, at bert smáar nøgdir eru av lodnu í týdningarmestu gýtingarøkjunum í Barentshavinum.

- Stovnurin av búnum fiski er av tí minsta, sum er máldur, síðan skipaðu mátingarnar byrjaðu í 1972.

Víst verður á, at bara í 1987 var stovnurin minni, sigur havgranskarin, Georg Skaret, sum hevur ábyrgdina av stovnsmetingunum av lodnu.

- Samanlagt vísa eygleiðingarnar, at vit eru inni í einum nýggjum tíðarskeiði við "kollapsi" í lodnustovninum, og tað kann taka tíð, áðrenn stovnurin byggir seg uppaftur, sigur hann.

Soleiðis verður mælt til, at eingin lodna verður fiskað í Barentshavinum - triðja árið á rað.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

41 minuttir síðan
Tíðindi

Bjóða tilflytarum til kunningarfund á Kambsdali

1 tími síðan
Tíðindi

Í dag byrjar SkíggjaSunn

1 tími síðan
Tíðindi

Vestmanna vil hava fyri­reik­ing av tunli lidna næsta ár

1 tími síðan
Tíðindi

Venjing verður í Eystur­oyar­tunli­num í kvøld

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

2 tímar síðan
Tíðindi

Uppihaldsloyvi hjá ukrainum verða longd

3 tímar síðan
Tíðindi

Gandar við føroyskum rávørum á Katrinu Christiansen

3 tímar síðan
Tíðindi

Bókatiltak: Hvussu fáa vit børn at lesa meria?

3 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónsaldurin eigur at hækka skjótari enn lógin leggur upp til

3 tímar síðan
Tíðindi

508 fleiri í ar­beiði – men færri í fiski­vinnu og aling

3 tímar síðan
Tíðindi

Avstralskur politikari ákoyrd av bili

4 tímar síðan