Fyrireikingarnar til tunnilin til Vestmanna mugu verða lidnar í 2027, so tunnilin kann verða boðin út skjótast gjørligt.
Tað er boðskapurin frá øllum sjey limunum í Vestmanna bygdarráð í eini áheitan til fíggjarnevnd Løgtingsins.
Kommunan takkar fyri, at tvær milliónir krónur eru raðfestar til tunnilin. Saman við peninginum, sum er eftir frá 2026, verður samlaða tøka upphæddin sambært kommununi 4,3 milliónir krónur.
Bygdarráðið heitir á nevndina um at tryggja, at upphæddin røkkur til at gera fyrireikingarnar lidnar. Er hon ov lítil, eigur restin at verða játtað, heldur ráðið.
Í skrivinum leggur kommunan dent á, at ferðasambandið hevur týdning fyri bæði búseting og vinnulív.
Kommunan vísir á, at fólkatalið í Føroyum er vaksið umleið 13 prosent frá 2015 til 2026, meðan vøksturin í Vestmanna hevur verið 3,8 prosent.
Samstundis er talið av børnum í aldrinum 7 til 15 ár minkað 4,22 prosent. Í aldursbólkinum 16 til 66 ár hevur vøksturin verið umleið tvey prosent.
Bygdarráðið metir, at ferðasambandið er ein forðing fyri størri menning. Kommunan vísir millum annað á vetrarlíkindini á Høgareyni, har vegurin kemur upp í 280 metra hædd.
Sambært skrivinum koyra í miðal 1.305 akfør um samdøgrið á leiðini.
Kommunan vísir eisini á, at ein tunnil kann hava týdning fyri fleiri enn vestmenningar. Eitt betri samband kann gera økið meira áhugavert hjá fólki, sum vilja búseta seg nær høvuðsstaðnum, og lætta um hjá vinnuni.
Bygdarráðið nevnir harumframt møguleikan fyri at leggja verkætlanina soleiðis til rættis, at ein seinni tunnil kann knýta sambandið at Hvalvíkarleiðini.
Áheitanin er undirskrivað av borgarstjóranum, Sáru Jógvansdóttur, og hinum seks bygdarráðslimunum.