info
Ongi úrslit

Uppihaldsloyvi hjá ukrainum verða longd

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur, saman við Føroya landsstýri, gjørt av at geva møguleika fyri at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainum, sum hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini, til tann 17. mars 2028.

savnsmynd
Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 11:56

Núverandi uppihaldsloyvir ganga út tann 17. mars 2027.

Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tí framvegis tørv á fyribils vernd í øðrum londum. Uppihaldið hjá burturriknu ukrainunum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. Føroya landsstýri heldur tí, at ongin vansi er við at geva burturriknu ukrainunum møguleika fyri at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2028.

Upprunaliga vórðu 250 fyribils uppihaldsloyvir latin burturriknum ukrainum, men fleiri ukrainar eru farnir av landinum aftur. 161 burturriknir ukrainar hava nú fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Venjing verður í Eysturoyartunlinum í kvøld

13 minuttir síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

23 minuttir síðan
Tíðindi

Gandar við føroyskum rávørum á Katrinu Christiansen

1 tími síðan
Tíðindi

Bókatiltak: Hvussu fáa vit børn at lesa meria?

1 tími síðan
Tíðindi

Pensjónsaldurin eigur at hækka skjótari enn lógin leggur upp til

1 tími síðan
Tíðindi

508 fleiri í ar­beiði – men færri í fiski­vinnu og aling

1 tími síðan
Tíðindi

Avstralskur politikari ákoyrd av bili

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic

3 tímar síðan
Tíðindi

Marknaðarfólk seta sjóneykuna á vitlíki og marknaðarføring

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og Ovi vóru fremstu málskjúttarnir hjá Bergsøy

3 tímar síðan
Ítróttur

Meistararnir flúgvandi byrjan

3 tímar síðan
Tíðindi

Harðligt stríð í Íslandi um Russland og NATO í Arktis

3 tímar síðan