info
Ongi úrslit

Gandar við føroyskum rávørum á Katrinu Christiansen

Komandi vikuskiftið, sum er 23. og 24. oktober, skipa Janus Einar B. Sørensen og tey á Katrinu Christiansen fyri serligum og spennandi kvøldum við rávørum úr føroyska matkovanum

Ein av okkara bestu kokkum, Janus Einar B Sørensen
Vilmund Jacobsen
19. oktober 2026 kl. 11:33

Í farnu viku kundi ein av okkara bestu kokkum, Janus Einar B Sørensen, hátíðarhalda 10 ára dagin fyri samstarvi við Smyril Line-samtakið.

Allastaðni í samtakinum sæst arbeiðið hjá hesum dugnaliga, nærlagda og sera kreativa matlistarmanni.

- Bæði á Munkastovu umborð á Norrønu, Hotel Bandan, Tubbak, Kjøt og aðrastaðni, har hann hevur sett síni fingramerki.

Eygleiðarar vísa á, at Janusi dámar serliga væl at arbeiða við føroyskum rávørum, bæði føroyskum kjøti og føroyskum grønmeti av ymiskum slag.

Komandi vikuskiftið, sum er 23. og 24. oktober, skipa Janus Einar B. Sørensen og tey á Katrinu Christiansen fyri serligum og spennandi kvøldum við rávørum úr føroyska matkovanum.

Tað er hugaligt at síggja, hvussu føroyska heystið alsamt vinnur frama á gastronomiska pallinum, bæði kring landið og í høvuðsstaðnum.

Á Katrinu Christiansen fara tey enn einaferð at fegnast um føroyska lambið, fiskin og ikki minst um fantastisku grøðina heiman av Sandi.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

3 minuttir síðan
Tíðindi

Uppihaldsloyvi hjá ukrainum verða longd

22 minuttir síðan
Tíðindi

Bókatiltak: Hvussu fáa vit børn at lesa meria?

57 minuttir síðan
Tíðindi

Pensjónsaldurin eigur at hækka skjótari enn lógin leggur upp til

1 tími síðan
Tíðindi

508 fleiri í ar­beiði – men færri í fiski­vinnu og aling

1 tími síðan
Tíðindi

Avstralskur politikari ákoyrd av bili

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic

2 tímar síðan
Tíðindi

Marknaðarfólk seta sjóneykuna á vitlíki og marknaðarføring

2 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og Ovi vóru fremstu málskjúttarnir hjá Bergsøy

3 tímar síðan
Ítróttur

Meistararnir flúgvandi byrjan

3 tímar síðan
Tíðindi

Harðligt stríð í Íslandi um Russland og NATO í Arktis

3 tímar síðan
Tíðindi

Brúgvin millum Biskupstorg og Rótina stongd í fýra dagar

4 tímar síðan