KÍ skoraði heili 10 mál móti B68 í Meistaradeildini hjá monnum í hesum kappingarárinum. Kortini rakk tað ikki til fulla úrtøku í teimum trimum dystunum móti B68.
KÍ vann tveir stórsigrar á B68, men í triðja dystinum framdi B68 stóru sensasjónina í Klaksvík, og vann ein óvæntaðan 1-0 sigur.
Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist sostatt seks stig til KÍ og trý stig til B68.
Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 10-3 til KÍ.
Í kappingini um løgmanssteypið vann KÍ í dysti á Svangaskarði 29. apríl 3-0 á B68.
KÍ-B68 6-1 (3-0) -11. apríl
1-0 Patrik Johannesen (16.)
2-0 Jákup B. Andreasen (27.)
3-0 Árni Frederiksberg (35.)
4-0 Filip Brattbakk (51.)
5-0 Árni Frederiksberg, br (63.)
5-1 Loick Lespinasse (72.)
6-1 Dávid Reynheim (87.)
B68-KÍ 1-4 (1-1) - 17. mai
1-0 Marjus Nón (6.)
1-1 Árni Frederiksberg (45.)
1-2 Árni Frederiksberg (53.)
1-3 Páll A. Klettskarð (80.)
1-4 Erlend Husted (90.)
KÍ-B68 1-0 (1-0) - 18. oktober
0-1 Sebastian Lau Nielsen, br. (17.)
Kelda: FaroeSoccer