info
Ongi úrslit

Í dag byrjar SkíggjaSunn

Umleið 7000 fólkaskúlanæmingar, 2600 miðnámsskúlanæmingar, 100 næmingar á eftirskúlum og háskúlum - og ein rúgva av arbeiðsplássum og kommunum eru við í átakinum, nú vit enn einaferð leggja dent á at vera SkíggjaSunn

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 13:16

Tíðindaskriv:

Hesa komandi vikuna leggja vit á ymsan hátt dent á vandar, avbjóðingar og óvanar við skíggjunum. Tí skíggjarnir eru komnir fyri at vera - men vit mugu støðugt eftirmeta, hvussu vit nýta teir. Er nýtslan skynsom? Ella verða vit drigin við, so vit missa tamarhaldið?
Plakatir við góðum ráðum verða lætnar øllum luttakandi til áminningar og íblásturs, og verða komandi vikuna hongdar upp kring landið.

Evni, sum annars kunnu takast upp hesa komandi vikuna, eru til dømis:

1) Skíggin, svøvnurin og heilin – hvussu ávirkar skíggin okkum?
2) Hví er so trupult at leggja telefonina frá sær
3) Perfekta lívið á skíggjanum
4) Hvør er í hinum endanum?
5) Tá ið barnið fær trupulleikar á netinum
og komandi viku, tá ið Nærveruvikan verður, verður evnið
6) Meira nærvera - minni skíggi.

Hesa vikuna leggja vit dent á at vera SkíggjaSunn. Leygardagin sløkkja vit saman við Heilsustýrinum – og komandi viku, sum er Nærveruvikan, leggja vit telefonina oftari til viks - serliga tá ið vit eru saman við øðrum.

Eitt gott prei er eisini at nýta høvið at fara í Havnar Bio til filmin ”The Social Reckoning”. Hann er eitt hugvekjandi og ræðandi innlit í, hvussu vit brúkarar eru vøran hjá Big Tech.

Endamálið við SkíggjaSunn og Nærveruvikuni er at fáa allar føroyingar at umhugsa sínar skíggjavanar – og óvanar!

So kom við!

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

12 minuttir síðan
Tíðindi

Bjóða tilflytarum til kunningarfund á Kambsdali

48 minuttir síðan
Tíðindi

Vestmanna vil hava fyri­reik­ing av tunli lidna næsta ár

57 minuttir síðan
Tíðindi

Venjing verður í Eystur­oyar­tunli­num í kvøld

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

1 tími síðan
Tíðindi

Uppihaldsloyvi hjá ukrainum verða longd

2 tímar síðan
Tíðindi

Gandar við føroyskum rávørum á Katrinu Christiansen

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókatiltak: Hvussu fáa vit børn at lesa meria?

2 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónsaldurin eigur at hækka skjótari enn lógin leggur upp til

3 tímar síðan
Tíðindi

508 fleiri í ar­beiði – men færri í fiski­vinnu og aling

3 tímar síðan
Tíðindi

Avstralskur politikari ákoyrd av bili

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic

4 tímar síðan