info
Ongi úrslit

Eitt økið í Føroyum er serliga hart rakt av koronu

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu hart rakt tey ymsu økini í landinum eru rakt av koronu

Áki Bertholdsen
23. mai 2021 kl. 10:36

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu hart tey ymsu økini kring landið eru rakt av koronu. Tað vísa hagtølini á koronusíðuni hjá myndugleikunum. Har hava tey tøl fyri, hvussu hart hvørt øki sær er rakt av koronu eftir fólkatalinum.

Ikki óvæntað eru nógv teir flestu tilburðirnir av koronu í Havnini, og rundan um havnina, tí har hava yvir 360 fólk havt koronu og tað er meiri enn helvtin av øllum tilburðunum í landinum. Men tað er eisini Havnin, sum er nógv harðast rakt eftir fólkatalinum, tí har eru heili 1.226 fólk smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar og tað er fleiri ferðir so nógv, sum aðrastaðni.

Økið, sum er næstharðast rakt, eru Vágar gott og væl 30 tilburðir hava verið og tað eru 588 tilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í Suðuroy eru stívliga 20 fólk smittað og tað eru 427 fólk fyri hvørji 100.000 fólk og í Sandoy kunnu smittutilburðirnir teljast á hondunum, men upp á seg er Sandoyggin hart rakt, tí har eru 614 fólk smittað fyri hvørji 100.000 fólk.

Í Norðstreymoy og í Eysturoy er lítil munur á. Í Norðstreymoy eru nøkur og tjúgu fólk smittað og tað eru 324 fyri hvørji 100.000 fólk og í Eysturoy eru nøkur og 60 fólk smittað og tað eru 365 fólk fyri hvørji 100.000 fólk.

Tey, sum upp á seg, eru sloppin lættast burtur úr farsóttini, eru Norðoyggjar tí har eru gott 50 fólk smittað, og tað eru 284 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Av teimum 671 fólkunum í Føroyum, sum higartil eru staðfest at vera smittað í Føroyum, eru næstan 100 útlendingar, sjómenn, og onnur.

Men í gjár boðaði landslæknin frá, at eitt fólk er staðfest við smittuni, har tey ikki vistu, hvar viðkomandi hevði fingiå smittuna, og sostatt er smitta, sum myndugleikarnir ikki vita um, onkustaðni í samfelagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Agatha og Joan hava enn fyrsta stigið til góðar í Íslandi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti oddaliðnum

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump stovnar serliga AI-eind í USA

6 tímar síðan
Hondbóltur

Annar sigurin á rað hjá Ajax

6 tímar síðan
Tíðindi

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover Burgdorf er fjórðfremst í Bundesliguni

7 tímar síðan
Tíðindi

Lis heldur fram í Norðstreymi

7 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar eru steypavinnari 2026

8 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ-kvinnurnar vendu 1-2 til 3-2 finalusigur í yvirtíðini

8 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ skoraði tvey mál í yvirtíðini og vann steypafinaluna

8 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur vann málveitsluna

8 tímar síðan
Tíðindi

SEV: Reisigildi í Skálafirði

8 tímar síðan