info
Ongi úrslit

Eitt ársmøti at samansjóða fólkið

Ársmøtið hjá Heimamissiónini savnar í túsundatali av yngri og eldri fólki í Leguhúsinum í Nesvík. Umframt møtir og bíbliutímar verður arbeiðið í rørsluni somuleiðis viðgjørt við pallborði og frágreiðingum.

info
Snorri Brend
20. apríl 2005 kl. 13:38
Nesvík: Sangmøti við vitnisburði er fyrsta tiltakið á ársmøtinum, sum Heimamissiónin fer at skipa fyri um vikuskiftið.
Ársmøtið 2005 byrjar við møti í kvøld kl. 19:30 í Leguhúsinum í Nesvík, og síðani verður hildið á allar dagarnar fram til sunnukvøldið, tá seinasta tiltakið er á skránni.
Heitið fyri møtini hesaferð er "Missión ? ein avbjóðing" og verður tað lýst við talum, sangi, framløgum og eisini einum pallborðsfundi.
Fólk úr øllum landinum plaga at koma til hesi ársmøtini hjá Heimamissiónini, sum hevur meiri enn 100 ár á baki her á landi.
Kring oyggjar okkara ger Heimamissiónin eitt andaligt arbeiði millum børn, ung og tilkomin. Eingin er limur í Heimamissiónini, men hinvegin kann vísast á, at málgagnið hjá rørsluni ? Trúboðin ? kemur út í 2000 eintøkum hvørja ferð.

Samansjóðing
Heimamissiónin er ein rættiliga virkin rørsla, og hevur m.a. sunnudagsskúlar á 50 støðum kring oyggjarnar.
Møtir verða eisini hildin regluliga á mongum støðum. Og fyri líkasum at samansjóða alt hetta arbeiðið verður júst hetta eitt av evnunum á ársmøtinum í ár.
Seinnapartin fríggjadagin verður nevniliga ein pallborðsfundur, har spurningurin um, hvussu ein samansjóðar eina so stóra og víttfevnda rørslu sum Heimamissiónina, verður tikin fram.
Við pallborðið fara at sita Hilda Viderø, Laila Højgaard, Thomas Dam og Christian Joensen.
Eitt annað áhugavert evni á ársmøtinum er frágreiðingar frá teimum mongu ymisku arbeiðsgreinunum hjá rørsluni. Hetta verður gjørt seinnapartin leygardagin, har eisini formansfrágreiðing og fíggjarfrágreiðing er á skránni, eins og samrøður verða hildnar við umboð fyri tríggjar av arbeiðsgreinunum.

Gleðiboð
Ein annar partur av hesum tiltakinum, sum savnar í túsundatali av fólki, eru møtini um kvøldarnar.
Her hevur ein í ár valt at hava eitt ávíst evni til hvørt møti, út frá tí sum er høvuðsyvirskriftin yvir alt tiltakið.
Fríggjakvøldið fer soleiðis Alfred Olsen av Toftum at tosa um evnið "Vit fingu eini gleðiboð at hoyra", og leygarkvøldið Niels Jacob Nielsen av Strondum um evnið "Vit fingu eini gleðiboð at eiga", meðan Alfred Petersen úr Havn sunnukvøldið fer at tosa um evnið "Vit fingu eini gleðiboð at bera".
Í Heimamissiónini er eitt ríkt sang- og tónleikalív, og fara kór, bólkar, solistar og onnur at seta sín serstaka dám á øll tiltøkini um vikuskiftið.
Hesi tiltøkini eru fyri alla familjuna, og tí verður eisini skipað fyri barnaansing undir tiltøkunum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

9 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ann 20 ára starvsdag

18 minuttir síðan
Tíðindi

Yvir­skip­að trygd í Norður­londum

47 minuttir síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Hvør var besti leikarin í oktober?

1 tími síðan
Tíðindi

Støre og Mette ósamd um samrøðu við Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskt álop á tokstøð kravt 13 mannalív

2 tímar síðan
Tíðindi

Neyðugt at verja javnstøðuna

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri dialogar eftir Platon í føroyskari týðing

2 tímar síðan
Tíðindi

Christine Lagarde gevst í ECB fyrr enn ætlað

3 tímar síðan
Tíðindi

Pedro Sánchez vil hava svar eftir vanlukkuna

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Ynskja vit at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið?

4 tímar síðan
Tíðindi

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

5 tímar síðan
Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

5 tímar síðan