info
Ongi úrslit

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

- Børnini seldu fyri slakar 4000 krónur, og peningurin fer óskerdur til Reyða Kross

Vilmund Jacobsen
29. oktober 2026 kl. 11:23

Í eina tíð hava børnini í Barnagarðinum í Gerðinum í Skopun, børnini í Frítíðarskúlanum og skúlabólkurin gjørt ymiskar lutir, sum tey skuldu selja í samband við stóru innsavningina hjá Reyða Krossi.

Í Skopunar kommunu verður víst á, at ætlanin var at selja uttanfyri, har kommunuskrivstovan er, men veðrið í gjár var so keðiligt, at farið varð inn í Undirhúsið, sum er í sama bygningi.

- Frá klokkan 10-11 vóru tað børn í barnagarðsaldri, ið seldu ymiskt, sum tey høvdu perlað, og so framførdu tey eisini onkrar sangir.

Í tímanum frá klokkan 14-15 vóru tað børn úr Frítíðarskúlanum og skúlabólkinum sum seldu tálgaljós, sum tey sjálvi høvdu gjørt.

- Børnini seldu fyri slakar 4000 krónur, og peningurin fer óskerdur til Reyða Kross, verður sagt í Skopunar kommunu í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

4 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

1 tími síðan
Tíðindi

Fólk úr 87 ym­isk­um lond­um ferð­að­ust við SSL í summar

1 tími síðan
Tíðindi

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin verður gjørt stigvíst

1 tími síðan
Tíðindi

Samskip selt til spanskt skipafelag

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vandi fyri at Norðurlond missa Grønland og Føroyar

2 tímar síðan
Tíðindi

Spanska kongshúsið avlýsir veitsludøgurða

2 tímar síðan
Tíðindi

Privata eftir­lønar­upp­spar­ingin var 15,9 mia. kr. í 2025

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftirlýstir maðurin funnin í øllum góðum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing-Falster tapti stórt fyri Odense í steypakappingini

3 tímar síðan
Tíðindi

Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir knógvaðu eitt stig á útivølli

5 tímar síðan