Bygdarráðið í Vestmanna hevur við 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 samtykt at seta pengar av til ein nýggjan sløkkibil.
Núverandi sløkkibilur er frá 2000 og hevur sostatt 26 ár á baki. Aldurin er farin at merkjast, og fyri at hava eina trygga tilbúgving er neyðugt at skifta bilin út.
– Í sløkkiliðnum fegnast vit um, at ein nýggjur bilur nú kemur. Verandi bilur hevur verið okkum í Vestmanna og grannabygdunum góður, men nú er ymiskt farið at bila, umframt at summir eykalutir ikki longur eru til at fáa hendur í. Tí verður tað sera gott at fáa ein nýggjan bil.
Tað sigur Tóki Seloy, sum er brunaumsjónarmaður hjá Vestmanna kommunu.
Tað tekur meira enn eitt ár at byggja nýggja bilin, og gamli sløkkibilurin fer tí at tæna økinum, til tann nýggi eftir ætlan verður tikin í brúk í 2028.
Í Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði eru 20 mans í ymiskum aldri. Sløkkiliðið heldur til ovast í Vestmanna, har tað hevur eina stóra høll við øllum neyðugum hentleikum.