- Tað er neyðugt við opinleika um, hvat tað var, sum førdi til, at tvey snartok stoyttu saman á leiðini millum Madrid og Sevilla mikudagin.
Tað sigur spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, og tað er tíðindastovan AFP, sum endurgevur.
Forsætisráðharrin heldur, at familjurnar hjá teimum, sum lótu lív, eiga at fáa endurgjald eftir ræðuligu vanlukkuna.
Tokvanlukkan í gjár, sum higartil hevur kostað 69 mannalív, er hin ringasta í Spania í stívliga 13 ár, veit spanska ávísin, El País, at siga.
