- Bert 2 av 5 avtalaðum høvuðsútbúgvingarstørvum* eru fíggjað í 2027
- Serlæknapuljan fær onga játtan. Hetta merkir, at nýútbúnir serlæknar ikki fáa starv í føroyska heilsuverkinum - uttan so at fígging longu er í ávísum sergreinum.
- Játtan til útbúgving av yngri læknum stendur í stað - hetta merkir, at færri útbúgvingarstørv verða tøk, og læknar sleppa sjáldan á neyðug skeið. Hetta merkir, at ungu læknarnir eru eftirbátar og ikki hava sama møguleika at serútbúgva seg sum læknar í grannalondum.
Yngri Læknar Føroyar ynskja at vera við til at menna eitt dygdargott føroyskt heilsuverk. Vit ynskja at nýskapa og granska í føroyskum heilsuviðurskiftum. Vit ynskja at førleikamenna okkum og útbúgva okkum til serlækna her. Vit vilja vera í Føroyum og vera virkin partur av føroyska heilsuverkinum.
Tað loysir seg at víðariútbúgva læknar í Føroyum
Leiðin at útbúgva seg til serlækna er long. Áður var sera stórt læknatrot í Føroyum. Heilsuverkið hevur miðvíst arbeitt fram ímóti at útbúgva og fáa fleiri serlæknar til Føroya. Í 2017 gjørdi heilsuverkið saman við landsstýriskvinnuni í heilsumálum seravtalu við danska heilsustýrið um, at føroyingar fáa framíhjárætt at søkja KBU starv (fyrr turnus) í Føroyum. Eisini eru fleiri introstørv* komin, soleiðis at læknarnir kunnu arbeiða í longri tíð, meðan tey førleikamennast til at fáa eitt HU* starv. Endaliga fegnaðust vit í vár um nýggju avtaluna millum føroyska heilsuverkið og danska heilsustýrið, at vit kundu fáa 5 HU størv í Føroyum árliga. Øll hendan tilgongdin hevur spjatt seg sum ringar í vatninum. Føroysk læknalesandi droyma um at koma heim aftur at seta búgv, skapa familju og endaliga arbeiða sum serlækni í Føroyum. Vit fegnast, hvussu væl hendan raðfestingin hevur eydnast. Flestu KBU størvini eru mannað við føroyingum, vit hava minst 14 introstørv og hava nú 17 HU størv í almennum medicini, umframt innan aðrar sergreinar. Vit hava fingið nógvar føroyskar læknar heim til Føroya at arbeiða.
Ein hvørvisjón
Men júst sum vit fegnast, brestur øll vón. At koma heim og etablera seg her tykist at vera ein hvørvisjón. Serlæknapuljan verður spard burtur. Hetta merkir, at læknar undir serlæknaútbúgving, sum verða lidnir í 2027 og frameftir, ikki kunnu setast í starv í Føroyum og mugu starvast uttanlands. Sama er galdandi fyri komandi kommunulæknar.. Fleiri pengar verða ikki settir av til at útbúgva yngri læknar. Manglandi játtanin til áður avtalaðu 5 HU størv elva til, at skikkaðir læknar verða noyddir at søkja HU størv uttanlands. Sostatt økist tíðin burtur frá føroyska heilsuverkinum og Føroyum, sum ger, at tað er nógv verri at koma heim aftur til Føroya.
Íløgurnar fara fyri skeytið
Við hesum er vandi fyri, at miðvísa arbeiðið støðugt at menna, útbúgva og rekruttera føroyskar læknar til føroyska heilsuverkið fer fyri skeytið. Føroyska heilsuverkið hevur gjørt íløgur í komandi serlæknar, men vil nú ikki gagnnýta hesar íløgur. Hvat heilsuverk ynskja vit okkum í Føroyum? Vit hava tíggjutals yngri læknar, sum longu starvast í Føroyum. Fleiri enn 100 vónríkir føroyingar lesa til lækna uttanlands. Við dimensioneringsætlanini frá 2024 ynskir heilsuverkið at fáa munandi fleiri serlæknar til Føroya. Hvat ynskja politikararnir? Yngri Læknar Føroyar heitir staðiliga á Løgtingið og Landsstýrið um at raðfesta útbúgvingina av yngri læknum, raðfesta nýggj kommunulæknastørv og varðveita serlæknapuljuna.
Vegna Yngri Læknar Føroyar
Eyðbjørg K. Gaard, forfólk í Yngri Læknum Føroyar
Katrin Dahl Hanusson, næstforfólk í Yngri Læknum Føroyar
* KBU: Klinisk Basis Uddannelse, áður turnus.
* introstarv: 1 ára starv, ið er fyrsti partur av serlæknaútbúgving
* Høvuðsútbúgvingarstarv (HU-starv): 4-5 ára lang serlæknaútbúgving. Í summum førum ber til at taka ein part í Føroyum