info
Ongi úrslit

EM 24: Sveis hevur longt við Murat Yakin

Murat Yakin fær løn fyri góðu avrikini hjá Sveis undir EM-endaspælinum í Týsklandi

Heri Simonsen
12. juli 2024 kl. 22:50

Sveis avrikaði framúr væl undir EM-endaspælinum í Týsklandi, og tað var bert aftaná brotssparkskapping, at Sveis tapti fyri Onglandi í fjórðingsfinaluni.

Nú hevur sveisiska fótbóltssambandið valt at løna landsliðsvenjaranum, Murat Yakin fyri góðu avrikini.

Upprunaligi sáttmálan hjá Murat Yakin gongur út 1. august, men nú er hann longdur tvey ár.

Í sveisiska fótbóltssambandinum vóna tey, at Murat Yakin kann vinna Sveis til HM-endaspælið í USA, Kanada og Meksiko í 2026.

49 ára gamli, Murat Yakin hevur verið landsliðsvenjari hjá Sveis síðani 2021. 

Áður hevur Murat Yakin vant lið sum FC Sion, Grasshoppers og FC Schaffhausen.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Politiska støðan: Nú er løtan

0 minuttir síðan
Tíðindi

Hjálp - jólamaðurin er rýmdur av loftinum

9 minuttir síðan
Tíðindi

Altjóða brekdagur og 45 ára hald hjá MEGD

18 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin á telefonini fyri 80 krónur um mánaðin

48 minuttir síðan
Tíðindi

Íslendskir bóndir í øðini: Fáa lítið og einki fyri ullina

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fehmarn-projektið mennist

1 tími síðan
Tíðindi

BYD fær sølu­forboð í ES – Ti7 lík­ist Land Rov­er De­fender ov nógv

1 tími síðan
Tíðindi

Týskir miðlar: Russland vil hava kjarnorkuvápn í rúmdini

1 tími síðan
Tíðindi

Akranes úti fyri Suðurafrika á veg til Belgia

2 tímar síðan
Tíðindi

Ársins orð í tíggju ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Smuglaði 43 kilo av ko­ka­ini við Norr­ønu – fekk níggju ára fongsul

3 tímar síðan
Tíðindi

Næmingar sendir heim í donskum skúlum eftir bumbuhóttanir

3 tímar síðan