Tá Eyðvør Klakstein varð skift inn í landsdystinum móti Luksemburg í gjár, var hetta samstundis ein nýggjur partur av altjóða fótbóltssøguni. Í føroysku byrjunaruppstillingini var nevnliga eisini Bára Klakstein, ið er mamma at Eyðvør, og tær báðar eru einasta dømi í heiminum um, at tvey ættarlið hava spælt á sama fótbóltslandslið í senn. Eyðvør varð send á vøllin, tá 61. minuttir vóru spældir av dystinum, og seinasta hálva tíman spældi hon soleiðis landsdyst saman við mammuni.
Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at tær báðar eru á vølli í senn. Í KÍ hava tær spælt saman seianstu trý kappingarárini, og báðar tvær eru tær eisini við at manna besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni.
Íslendsku feðgarnir, Arnór og Eiður Smári Guðjohnsen vóru annars nær við, men í útidysti móti Estlandi varð Eiður Smári skiftur inn fyri pápan. Ætlanin var tá, at teir báðir skuldu spæla saman í heimadysti tveir mánaðir seinni, men í U18-landsdysti breyt Eiður Smári beinið, og tá hann aftur var førur fyri at spæla, var pápin ikki longur landsliðsaktuellur.
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
3. november kl. 19:57
Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni
5. november kl. 19:54
Elisabeth Petersen vann bilin
3. november kl. 13:50
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum
20 minuttir síðan
Tíðindi
Ungur bilførari fekk koyriforboð
31 minuttir síðan
Tíðindi
Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum
1 tími síðan
Tíðindi
Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær
1 tími síðan
Hondbóltur
Jóhan hevur spælt 125 landsdystir
2 tímar síðan
Tíðindi
Sálmar við styrki
8 tímar síðan
Tíðindi
Aksel ger útlendskt øl dýrari
8 tímar síðan
Tíðindi
Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland
9 tímar síðan
Tíðindi
Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst
9 tímar síðan
Tíðindi
Drúgv málsviðgerð og vantandi svar góvu átalur
10 tímar síðan
Lesarabrøv
Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi
11 tímar síðan
Tíðindi
Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi
11 tímar síðan