Atassut tekur seg úr grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut. Avgerðin varð tikin á einum høvuðsstýrisfundi sunnudagin.
Tað skriva grønlendsku miðlarnir Sermitsiaq og KNR mánakvøldið.
Flokkurin finst at politisku leiðsluni í samgonguni og heldur hana hvørki vera ábyrgdarfulla ella rættvísa.
Eftir í samgonguni eru Demokraatit og Inuit Ataqatigiit, IA. Teir hava tilsamans 18 av teimum 31 sessunum í grønlendska tinginum, Inatsisartut, og varðveita sostatt meirilutan.
Orsøkin til avgerðina hjá Atassut er eitt mál um misálit á Nivi Olsen úr Demokraatit. Hon er landsstýriskvinna í útbúgvingar-, mentanar-, ítróttar- og kirkjumálum.
Hon verður løgd undir ikki at hava røkt sína ábyrgd sum landsstýriskvinna í einum máli um stuðul til felagið KNQK.
Sambært KNR nýtti felagið í 2025 stuðulspening til onnur endamál enn tey, hann var játtaður til. Felagið fekk eisini játtan fyri 2026, áðrenn tað hevði greitt frá málinum og goldið peningin aftur.
Tvær misálitisváttanir móti Nivi Olsen vóru til viðgerðar í Inatsisartut í síðstu viku, men báðar vórðu feldar.
– Eg dugi ikki at síggja, hvussu eg havi brotið lógina, segði landsstýriskvinnan undir orðaskiftinum.
Atassut, sum hevur tveir sessir í tinginum, heldur kortini, at hon eigur at leggja frá sær.
– Samgongan gjørdi tó av, at Nivi Olsen skal halda fram, og lurtaði ikki eftir sjónarmiðunum hjá Atassut, skrivar flokkurin í einum tíðindaskrivi.
Maritha Broberg úr Atassut hevur higartil verið landsstýriskvinna í almanna-, arbeiðsmarknaðar-, familju- og innlendismálum. Nú hin fer frá er eitt landsstýrisfólk færri í grønlendska landsstýrinum.
Hon er fimta landsstýrisfólkið, sum fer úr landsstýrinum síðani valið í 2025. Javnaðarflokkurin Siumut tók seg úr samgonguni í mars í ár.
Fyrr mánadagin varð annars kunngjørt, at Demokraatit, IA, Atassut og Siumut høvdu gjørt avtalu um fíggjarlógina fyri 2027.
Formaðurin í Atassut, Aqqalu C. Jerimiassen, var við til at leggja avtaluna fram. Sambært KNR nevndi hann tá einki um, at flokkurin var á veg úr samgonguni.
Kelda: Ritzau