Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vil ikki lata land frá sær fyri at fáa enda á krígnum við Russland. Tað er eisini galdandi fyri Donbas-økið eystarlaga í Ukraina.
Tað sigur hann í samrøðu við DR í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.
– Nei, tí eg haldi, at tað hevði verið eitt stórt mistak. Eg veit ikki, hvat framtíðin ber við sær. Nógv kann broytast, men stendur tað til mín, so nei, eg vil ikki lata Donbas frá mær, sigur Zelenskyj við DR.
Hann óttast, at ein slík avtala ikki hevði steðgað Russlandi.
– Eg veit, at hann fer beint inn og hersetur okkum, sigur Zelenskyj.
DR hevur almannakunngjørt samrøðuna sama dag, sum ætlanin er at hava fundir um kríggið í Abu Dhabi, høvuðsstaðnum í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Væntandi fara sendinevndir úr Ukraina, Russlandi og USA at umrøða møguleikarnar fyri at fáa enda á krígnum. Eisini verður roknað við, at evropisk embætisfólk fara at luttaka.
Russland hevur tó gjørt greitt, at tað ikki ynskir evropiskar umboðsmenn við samráðingarborðið.
Zelenskyj heldur hinvegin, at tað er óhugsandi at steðga krígnum og tosa um trygdarveitingar frá USA og Evropa, uttan at Evropa er við.
Sama boðskap bar Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, fram undir einari vitjan í Rumenia mánadagin.
Hon segði, at vápnahvíld má fáast í lag, áðrenn veruligar samráðingar um framtíðar trygdarskipanina í Evropa kunnu fara fram. Bæði Nato-sameind og ES-umboð skulu vera við, segði hon.
Zelenskyj hevur síðani russisku innrásina í februar 2022 noktað at lata ukrainskt land frá sær.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í síðstu viku, at ein avtala kann vera ávegis. Tað hevur hann tó sagt fleiri ferðir í síni skjótt tvey ára longu forsetatíð, uttan at tað higartil hevur ført til nakra ítøkiliga avtalu.
Kelda: Ritzau/DR