Í politirapportini í morgun er lítið at frætta, men ein ungur bilførari fekk koyriforboð, eftir at hann varð máldur at koyra ov skjótt í Vesturbýnum í Havn.
Við Norðasta Horn, har hámarksferðin er 60 kilometrar um tíman, varð ferðin máld til 92 kilometrar um tíman. Hon varð síðani niðurskrivað til 89 kilometrar um tíman.
Av tí at talan var um ein ungan bilførara, fekk hann koyriforboð.
Løgreglan hevur eisini fingið fráboðan um, at ein seyður varð ákoyrdur við Mjáuvøtn. Annars hevur verið rættiliga friðarligt.