info
Ongi úrslit

Færri bilar seldir í fjør

– Men fleiri í desember í 2020 enn í 2019

Eirikur Lindenskov
10. januar 2021 kl. 16:13
Hóast bilasølan í Føroyum í fjør minkað við 8,6 prosentum, so vaks sølan av bilum í desember í 2020 í mun til desember árið fyri í 2019. Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp bilainnflutningin í júst farna ári. Í árinum vórðu seld 2.921 akfør, sum er ein mink­ing í mun  til árið fyri, tá seldir vóru 3.134 ak­før. Afturgongdin í pro­sent­um er 6,8. Størstu tølini eru altíð persónbilarnir. Í 2020 vórðu seldir 1977 persónbilar, er munandi færri enn árið fyri í 2019, tá seld­ir vórðu 2220 persónbilar. Í pro­sent­um er aft­ur­gongd­in 15,5. Næststørsti bólkurin eru vøru­vognarnir. Har er støðan øvugt, tí í 2020 vórðu seldir 485 vøruvognar í mun til 443 árið fyri. Her er framgongdin sløk 10 prosent.
Myndin er ikki tøk
Størsta útslagið í hagtølunum síggja vit í innflutninginum av bussum, har framgongdin er 675 prosent. Tað skyldast, at Bygdarleiðir skfiti bussarnar út í fjør. Í 2020 vórðu seldir 31 bussar í mun til 4 árið fyri.
Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

21 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

13 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

17 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stórur skaði av eldinum á Skála

19 minuttir síðan
Tíðindi

Russland ætlaði at fremja álop á Pólland úr Kaliningrad

39 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Füchse Berlin fyri Aalborg

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Krim-brúgvin er aftur álopin

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: GOG-Magdeburg beinleiðis á TV3

7 tímar síðan
Tíðindi

Magnus verður venjari

10 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Sigrar til Neistan, VÍF og Stjørnuna

10 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett styrkisvenjara og fysioterapeut

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur felags­bygn­ing­ur hjá Setri­num skal standa lið­ug­ur í 2031

10 tímar síðan
Tíðindi

FM í skúlatalvi – dagur 2

11 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria og Rakul taptu

11 tímar síðan