info
Ongi úrslit
© Myndir: Nanný J. Toftegaard
Eldur er í timburgoymsluni hjá skipasmiðjuni Mest á Skála. Løgreglan heitir á fólk í bygdini um at lata vindeygu

Stórur skaði av eldinum á Skála

Timburgoymslan hjá Mest fekk stóran skaða í eldinum í gjárkvøldið. Eingin fólkaskaði var, og enn er ógreitt, hví eldur kom í.

Eirikur Lindenskov
19. november 2026 kl. 07:42

Sløkkiliðið var á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála í alla nátt og eftirsløkti, eftir at eldur kom í timburgoymsluna um hálvgumseks tíðina í gjárkvøldið.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at talan var um ein stóran eld, og at neyvan er nógv eftir av bygninginum, sum eisini verður nevndur bedingshúsið. Eingin fekk skaða, og løgreglan veit ikki um skaða aðrastaðni á skipasmiðjuni.

Klokkan 21.45 fekk løgreglan boð frá átaksleiðaranum um, at roykurin var burtur. Tá vóru framvegis nakrir logar, men um hálvgum ellivu var eldurin sløktur. Sløkkiliðið helt fram at eftirsløkkja alla nátt.

Fyrsta fráboðanin um eldin um hálvgu seks tíðina í gjárkvøldið. Seinni skifti ættin, og roykurin fór at reka niðan móti bygdini. Løgreglan bað tá fólk halda seg burtur frá staðnum og heitti á íbúgvar um at lata vindeyguni aftur. Les eisini fráboðanina frá í gjárkvøldið

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

21 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

13 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

17 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russland ætlaði at fremja álop á Pólland úr Kaliningrad

39 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Füchse Berlin fyri Aalborg

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Krim-brúgvin er aftur álopin

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: GOG-Magdeburg beinleiðis á TV3

7 tímar síðan
Tíðindi

Magnus verður venjari

10 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Sigrar til Neistan, VÍF og Stjørnuna

10 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett styrkisvenjara og fysioterapeut

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur felags­bygn­ing­ur hjá Setri­num skal standa lið­ug­ur í 2031

10 tímar síðan
Tíðindi

FM í skúlatalvi – dagur 2

11 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria og Rakul taptu

11 tímar síðan
Tíðindi

Vilja loyva matstovum at flyta inn rúsdrekka

11 tímar síðan