info
Ongi úrslit
Pólland styrkti marknaeftirlitið móti russiska Kaliningrad í 2022. Her seta pólskir hermenn píkatráðsforðingar upp við markið í Wisztyniec í november 2022

Russland ætlaði at fremja álop á Pólland úr Kaliningrad

Tomasz Siemoniak, sum er pólskur ráðharri við ábyrgd fyri fregnartænastunum, váttar, at talan var um eina veruliga hóttan

Vilmund Jacobsen
19. november 2026 kl. 07:22

Russiska fregnartænastan skal hava ætlað eitt álop við markið millum Pólland og Kaliningrad síðst í oktober, og ætlanin var at geva Ukraina skyldina.

Tað skrivar pólska blaðið, Rzeczpospolita.

Sambært blaðnum ætlaðu russiskar fregnartænastur at fremja eina umfatandi provokatión við markið millum Pólland og Kaliningrad.

– Vit høvdu upplýsingar um ítøkilig mál, sum skuldu leypast á. Russararnir roknaðu við nógvum dripnum og særdum, sigur ein dulnevnd kelda í pólsku trygdartænastuni við Rzeczpospolita.

Sambært upplýsingunum var samstundis ætlað eitt tilgjørt álop á eitt mál í Russlandi.

- Endamálið skal hava verið at geva Ukraina skyldina fyri álopini og harvið fáa Pólland at steðga sínum stuðli til Ukraina, verður lagt aftrat.

Síðst í oktober settu pólskir myndugleikar stórar løgregludeildir, marknavaktir og herin fram við markinum móti Kaliningrad.

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, upplýsti tá, at fregnartænasturnar høvdu fingið sera neyvar upplýsingar um, at vápnaðir persónar kundu royna at sleppa inn í pólskt øki.

Sambært Rzeczpospolita var umfatandi trygdarátakið við til at forða fyri russisku ætlanini.

Pólska stjórnin hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til upplýsingarnar hjá blaðnum, Rzeczpospolita.

Tomasz Siemoniak, sum er ráðharri við ábyrgd fyri fregnartænastunum, váttar kortini, at talan var um eina veruliga hóttan.

Pólland, sum er limur í bæði ES og Nato, hevur eitt 232 kilometrar langt mark móti Kaliningrad.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

21 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

13 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

17 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Füchse Berlin fyri Aalborg

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Krim-brúgvin er aftur álopin

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: GOG-Magdeburg beinleiðis á TV3

7 tímar síðan
Tíðindi

Magnus verður venjari

10 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Sigrar til Neistan, VÍF og Stjørnuna

10 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett styrkisvenjara og fysioterapeut

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur felags­bygn­ing­ur hjá Setri­num skal standa lið­ug­ur í 2031

10 tímar síðan
Tíðindi

FM í skúlatalvi – dagur 2

10 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria og Rakul taptu

11 tímar síðan
Tíðindi

Vilja loyva matstovum at flyta inn rúsdrekka

11 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Füchse Berlin mátti lúta fyri Aalborg

11 tímar síðan