Sambært grundlógini skal danska fólkatingið setast á hvørjum ári fyrsta týsdag í oktober.
Tað er byrjanin til eitt nýtt fólkatingsár, sum byrjar við setanarrøðu hjá forsætisráðfrúuni, sum hevur frágreiðing um støðuna í kongsríkinum, eins og okkara løgmaður hevur sína ólavsøkufrágreðing, tá Løgtingið verður sett á ólavsøku.
Tað er sættu ferð, at Mette Frederiksen heldur setanarrøðuna.
Soleiðis fer setanin av Fólkatinginum fram:
* Tað byrjar við gudstænastu kl 10 danska tíð í Christiansborg Slotskirke fyri fyrst og fremst tinglimum, kirkjutænarum og innbodnum gestum.
* Í ár er sjeynda árið á rað eisini eitt ikki-átrúnaðarligt hátíðarhald av fólkatingssetanini á Johan Borups Højskoleí Keypmannahavn. Tað er Humanistafelagið, sum skipar fyri.
* Klokkan 12 byrjar fundurin í Fólkatingssalinum. Tað er tingfólkið, sum hevur sitið longst í Fólkatinginum, Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokki, sum setur tingið. Í januar vórðu liðin 40 ár síðani hon varð vald í Fólkatingið.
* Forsætisráðharrin heldur síðan setanarrøðu sína fyri Fólkatinginum og limunum í kongshúsinum.
* Áðrenn tá eru tingformaður og fýra næstformenn valdir av fólkatinginum. Saman mynda tey leiðsluna í fólkatinginum, Formansskapin. Limirnir í formansskapinum, sum koma úr teimum fimm størstu flokkunum, eru tilnevndir av teimum fýra størstu tingbólkunum, sum ikki hava formanssessin. Søren Gade úr Vinstra er formaður í danska fólkatinginum.
* Í ár fer Liberal Alliance at loysa av Moderatarnar í formansskapinum. Hetta kemst av, at Moderatarnir hava mist tveir tinglimir seinasta árið, meðan Liberal Alliance hevur fingið ein tinglim afturat og nú er millum fimm teir størstu flokkarnar, saman við Javnaðarflokkinum, Vinstra, Danmarksdemokratunum og SF.
* Setanarrøðan verður eisini nevnd 'munnlig framløga', og aftaná er skrivlig framløga av lógaruppskotinum hjá stjórnini. Røðan tekur stundum støði í lógarskránni, sum stjórnin eisini leggur fram á setanardegnum.
* Í løglistanum verður greitt frá, hvørji lógaruppskot stjórnin ætlar at leggja fram komandi tingár.
* Umboð fyri kongsfamiljuna hava verið til fólkatingssetanina á hvørjum ári síðan 1966. Fríðrikur kongur hevur verið við, síðani hann fylti 18 ár í 1986.
* Tað er fyrstu ferð, at fyrrverandi krúnprinsurin er við sum kongur, eftir at hann tók við trónuni eftir mammu síni, Margretu drotning, í januar. Mary drotning og Benedikte prinsessa verða eisini við til setanina í ár.
* Setanarrøðan verður ikki til viðgerðar setanardagin. Umrøðan av henni verður hósdagin. Hetta er eitt av ársins stóru kjakum. Her hava fólkatingslimirnir orðaskifti um aktuell politisk viðurskifti og fáa síni sermál fram í ljósmála.
* Eftir røðuna í dag fara floksformenninir úr hinum flokkunum tó at gera viðmerkingar til setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum fyri fjølmiðlunum í Vandrehallen, sum liggur beint uttan fyri Fólkatingsalen á Christiansborg.
Kelda: Ritzau og heimasíðan hjá danska fólkatinginum.
/Ritzau/
FAKTA: Soleiðis byrjar fólkatingsárið FAKTA: Soleiðis byrjar fólkatingsárið
Nýggja fólkatingsárið byrjar fyrsta týsdag í oktober við setanarrøðu hjá forsætisráðfrúuni – á sama hátt sum løgtingsárið byrjar á ólavsøku
Eirikur Lindenskov
1. oktober 2024 kl. 08:37
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
Í gjár kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
22 tímar síðan
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
Í gjár kl. 17:48
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum
15 minuttir síðan
Tíðindi
Nuuk sum "Home of the Whopper"
42 minuttir síðan
Tíðindi
16 læknar útbúgva seg til kommunulækna – sjey størv eru framvegis leys
46 minuttir síðan
Tíðindi
Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur
1 tími síðan
Tíðindi
Føroyskar køliskipanir verða kannaðar eftir teldusníkaálop í Evropa
1 tími síðan
Tíðindi
Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa
2 tímar síðan
Tíðindi
FAKTA: Soleiðis kunnu Demokratarnir brúka meirilutan í Kongressini
2 tímar síðan
Tíðindi
Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar
2 tímar síðan
Tíðindi
Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA
2 tímar síðan
Tíðindi
Strandingar fegnast við Samuel
2 tímar síðan
Fótbóltur
Elisabeth hevur skrivað undir við HB
3 tímar síðan
Tíðindi
Bilur koyrdi inn framman fyri prutl
3 tímar síðan