Tá løgreglan var á ferð við ein skúla í Havn um áttatíðina gjáramorgunin, vóru tvey børn ikki rætt íbundin í bilunum.
Báðir bilførararnir fingu bót og klipp í koyrikortið, upplýsir løgreglan.
Eisini í Runavíkar kommunu skrivaði løgreglan fleiri bilførarar í gjár. Tríggir vórðu tiknir fyri at brúka fartelefon undir koyring. Tað gevur bót og klipp í koyrikortið.
Á Glyvrum varð ein bilur steðgaður við tveimum slitnum dekkum. Bilførarin fekk bót. Ein annar bilur hevði ikki parkeringsljós og nummarplátuljós í lagi.
Í Klaksvík fekk ein bilførari bót fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær, og ein annar varð skrivaður fyri ikki at brúka trygdarbelti.