Abdul El-Sayed úr Demokratiska flokkinum vinnur senatsvalið í amerikanska statinum Michigan á republikanaranum Mike Rogers.
Tað metir greiningarstovnurin Decision Desk HQ við støði í fyribils valúrslitum.
Michigan er ein av statunum, har stórur spenningur hevur verið um úrslitið av miðvalinum.
42 ára gamli El-Sayed er útbúgvin lækni og hoyrir til vinstra veingin hjá Demokratunum. Verður valúrslitið staðfest, verður hann fyrsti muslimski senatorurin í søgu USA.
– Tey søgdu, at ein við míni bakgrund – ein muslimur – ikki kundi verða valdur, segði hann í sigursrøðu síni.
– Men vit vita, at mítt navn og mín trúgv ikki eru orsøkin til, at tit ikki hava ráð til bensin, vørur ella at fara til lækna.
Floksfelagi stuðlaði mótstøðumanninum
Fáar dagar undan miðvalinum tók valstríðið í Michigan eina óvæntaða vend, tá demokratiski politikarin Haley Stevens boðaði frá, at hon stuðlaði republikanska valevninum Mike Rogers.
Stevens hevði sjálv kappast við El-Sayed um at gerast senatsvalevni hjá Demokratunum, men tapti undanvalið.
El-Sayed hevur verið ein harður atfinnari av Ísrael. Sambært Stevens var tað orsøkin til, at hon tók stuðulin til hansara aftur.
Eisini Donald Trump, forseti, legði eftir El-Sayed í valstríðnum og brúkti muslimsku bakgrund hansara í álopunum.
Á einum veljarafundi sunnudagin kallaði Trump hann ein »jihadist« og segði sambært The Guardian, at veljararnir vóru svakir, um teir atkvøddu fyri honum.
Trump hevur eisini pástaðið, at El-Sayed ætlar at seta islamska lóg í gildi í USA.
Fleiri demokratiskir sigrar
Metingin um sigurin hjá El-Sayed kemur eftir fleiri aðrar sigrar hjá Demokratunum á miðvalinum týsdagin.
Sambært Ritzau hava Demokratarnir eisini vunnið senatsval í statum sum Texas og South Carolina, har Republikanararnir vanliga standa sterkir.
Fleiri amerikanskir miðlar meta, at Republikanararnir missa meirilutan í báðum kømrunum í Kongressini, Umboðsmannatinginum og Senatinum.
/ritzau/