Liðið hjá Leivi Mortensen og Tróndi Mikkelsen, HF Karlskrona er í einari tungari gongd í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Karlskrona hevur nú tapt fýra dystir á rað í deildini.
Í Brinova Arena í Karlskrona gjørdist í kvøld talan um 31-34 tap fyri Önnered. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Leivur skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir, og hann legði upp til eitt mál. Hjá Tróndi gjørdist talan um eitt mál upp á tvær málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.
HF Karlskrona er fjórðaftast í deildini við sjey stigum fyri 12 dystir. Karlskrona er seks stig frá AMO, ið er á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl.