info
Ongi úrslit
© Ólavur Frederiksen
Tað vóru Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og bretski ráðharrin í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield, sum undirritaðu samstarvsskjalið í Tinganesi í dag

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið við nýggj­um samstarvsskjali

Í dag hava Føroyar og Bretland undirritað eitt samstarvsskjal, sum skal nútímansgera og víðka politiska samstarvið millum londini og skapa grundarlag fyri menning á fleiri týðandi økjum.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 20:39

Tað vóru Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og bretski ráðharrin í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield, sum undirritaðu samstarvsskjalið í Tinganesi.

Samstarvsskjalið er ein framkomin karmur fyri viðurskiftini landanna millum og skal virka sum ein felags pallur fyri at menna sínámillum samstarvið. Samstarvsskjalið fevnir millum annað um øki sum handil, mótstøðuføri og trygd, hav og fiskivinnu, veðurlag og orku, flutning og fjarskifti, gransking, útbúgving og mentan.

– Eg fegnist um, at vit nú hava sett hesa felags kós fyri samstarvið frameftir. Bretland er okkara næsta grannaland og hevur altíð verið ein týðandi samstarvspartur hjá Føroyum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit støðugt menna og styrkja okkara viðurskifti. Við hesum samstarvsskjali skapa vit betri fortreytir fyri at arbeiða miðvíst við teimum økjum, har vit hava felags áhugamál, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Samstarvsskjalið, sum varð undirritað á enskum, kann lesast her.

Føroyska týðingin kann lesast her.

Á vitjan síni í Føroyum skal Lord Wood, umframt at hava fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum- og fiskivinnumálum, eisini hitta løgmann. Í morgin leggur hann vegna Bretland ein krans við Minnisvarðan í Viðarlundini í Havn til minnis um teir føroyingar, sum lótust á sjónum undir seinna heimsbardaga. Eisini verður vitjað hjá Vørn, á Krígssavninum og hjá Atlantic Airways.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

SpaceX sleppur at senda millión fylgisveinar út í rúmdina

1 minuttur síðan
Tíðindi

29 ár síðan Sám­al Pet­ur tendr­aði Sosi­al­in á netinum

4 minuttir síðan
Lesarabrøv

Fólkapensjónin og fyri­tíðar­pen­sjónin eru púra aftur­út­sigldar

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Fjórða tapið á rað hjá HF Karlskrona

52 minuttir síðan
Hondbóltur

Aarhus vann greitt í grannauppgerðini

1 tími síðan
Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

3 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Kross­ur let­ur nýggj­an og størri endur­nýtslu­handil upp í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjórin á Sjónámi

5 tímar síðan
Tíðindi

Biskupur við nýggjari bók

5 tímar síðan
Tíðindi

Leki avdúkar ógvuslig russisk mannfall í Ukraina

5 tímar síðan