info
Ongi úrslit

29 ár síðani Sámal Petur tendraði Sosialin á netinum

Í dag eru 29 ár síðani, at Sámal Petur í Grund, táverandi landsstýrismaður, tendraði fyri Sosialinum á internetinum

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í samskiftismálum, tendraði alemnt Internet-Sosialin 25. november í 1997. Eisini síggjast Eirikur Lindenskov, Jan Müller og Poul Laust Christiansen, sum framvegis er KT-maður í Miðlahúsinum
Sosialurin
25. november 2026 kl. 20:08

Í 29 ár hevur Sosialurin skrivað tíðindi á netinum og líka leingi hevur borið til hjá lesarum blaðsins at lesa Sosialin á internetinum. Tað var eitt stórt framstig, tá Sosialurin 25. november í 1997 var tøkur á netinum hjá øllum í fólkum, líka mikið hvat tey vóru stødd í heiminum, at lesa.

Eini hundrað fólk stukku inn á gólvið í blaðhúsinum á Argjum at ynskja Sosialinum tillukku henda dagin. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í samskiftismálum, trýsti á knøttin, sum legði fyrstu almennu útgávuna út á netið eftir eina royndartíð í góðar tveir mánaðir.

Sámal Petur í Grund segði, at hann hevði fylgt Internet Sosialinum við spenningi. Nú kundu føroyingar kring allan heim lesa ein dagførdan Sosial, og lesarar kundu senda greinar beinleiðis av telduni. »Nú nýtist ongum meira at bíða eftir postinum, til nýggjastu tíðindini koma innum gáttina,« segði hann.

Jan Müller, blaðstjóri, lýsti pappírsblaðið sum ein fleiri hundrað ára gamlan miðil og internetið sum ein framtíðarmiðil. Hann vísti á, at eingin føroyskur fjølmiðil røkk so víða sum internetið, og at lýsararnir nú kundu røkka nýggjum málbólkum. Tað var longu skjótari at senda ein teldupost til Singapore enn eitt telefax til Gásadals, segði hann.

Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari á Telefonverkinum, helt, at Sosialurin á netinum hevði eins góðar møguleikar sum Politiken og Jyllands-Posten. Evni og vitan vóru avgerandi, segði hann.

Petur Zachariassen á Fróðskaparsetrinum greiddi frá gongdini á netinum og um internetpolitikk. Millum gestirnar var fyrrverandi tingkvinnan Jona Henriksen, sum mintist Sosialin sum eitt lítið blað og helt netútgávuna vera eitt stórt framstig.

Internet Sosialurin gjørdist forleyparin til bæði portal.fo og seinni in.fo í netmiðlasøguni hjá Sosialinum og Miðlahúsinum.

Síðani 25. november í 1997 er Sosialurin útkomin 4.909 ferðir. Sosialurin hesa vikuna er blað nummar 4.010 síðani Sosialurin – ið sum sum nevnt bleiv til Portal.fo í 2000 og in.fo í 2013.

Síðani Sosialurin kom út á fyrsta sinni 24. mai í 1927 er blaðið kom út umleið 12.000 ferðir.

Haldarar kunnu lesa meira um hesa søguligu hendingina við at trýsta her.

Er tú ikki haldari, men hevur hug at lesa Sosialin hesa vikuna – og samstundis sleppa at lesa í stóra savninum hjá Sosialinum, so kanst tú keypa tær atgongd í eina viku fyri 40 krónur og blaða í øllum umleið 12.000 útgávunum av Sosialinum við at trýsta her.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Sanna áttati í dag

Fyrsta gull heiðursmerki í 35 ár

Lívið í Vági – Anna Randi og Oddur greiða frá

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Fjórða tapið á rað hjá HF Karlskrona

0 minuttir síðan
Tíðindi

Aarhus vann greitt í grannauppgerðini

40 minuttir síðan
Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

2 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Kross­ur let­ur nýggj­an og størri endur­nýtslu­handil upp í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjórin á Sjónámi

4 tímar síðan
Tíðindi

Biskupur við nýggjari bók

5 tímar síðan
Tíðindi

Leki avdúkar ógvuslig russisk mannfall í Ukraina

5 tímar síðan
Tíðindi

Tekningin hjá Vón prýðir jólakortið

6 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

6 tímar síðan
Tíðindi

Marius hevur fingið starv sum møbilsnikkari

6 tímar síðan