Í Klubbagarðinum og í miðbýnum í Havn vóru nøkur full fólk við at fara at táttast, og løgreglan mátti leggja uppí.
Ein persónur fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni.
Annars hava uppgávurnar hjá løgregluni mest verið at hjálpa fólki til hús.
Ein fráboðan kom tó um ein persón, sum var farin til gongu gjøgnum Leirvíkartunnilin.
Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og var helst á veg til hús.
Løgreglan tók sær av støðuni, so maðurin slapp trygt víðari.