Noreg og Russland eru samd um sínámillum fiskivinnuavtaluna fyri 2027, og avtalan er týdningarmikil fyri at tryggja ábyrgdarfulla og burðardygga umsiting av fiskastovnunum í Barentshavinum.
Tað veit Kystmagasinet.no at siga.
Víst verður á, at Noreg og Russland hava samstarvað um umsiting av fiskastovnunum í Barentshavinum í eina hálva øld, og samstarvið byggir á burðardygga umsiting av felags fiskastovnum.
Týdningarmesti felags stovnurin er toskur, og haraftrat koma hýsa, svartkalvi, lodna og kongafiskur.
Arktiski toskurin í Barentshavinum flytir seg millum norsk og russisk havøkir.
Toskastovnurin gýtir í norskum sjógvi, men hevur týdningarmikil uppvakstrarøkir í russiskum sjógvi og kemur síðan aftur í norskan sjógv sum vaksin toskur.
Tí er fiskivinnusamstarvið millum Noreg og Russland avgerandi fyri burðardygga umsiting av fiskiríkidøminum í Barentshavinum.
Norski fiskimálaráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, sigur í tíðindaskrivi, at samstarvið um fiskiríkidømið í Barentshavinum hevur avgerandi týdning fyri arbeiðspláss og virðisøking fram við norsku strondini.
- Í eina hálva øld hevur fiskivinnusamstarvið millum Noreg og Russland tryggjað burðardygga umsiting, og fiskiveiðiavtalan hevur sera stóran týdning fyri hesi økir í Noregi, sigur hon.
Fiskimálaráðharrin vísir á, at hóast samstarvið við Russland hevur verið avbjóðandi, eitt nú við burturvísing av skipum hjá tveimum russiskum reiðaríum, so fegnast hon kortini um, at avtalan nú er komin upp á pláss.
Toskakvotan fyri 2027 er sett á tann hátt, at hon stuðlar undir endurbygging av toskastovninum, sum hevur verið í afturgongd í fleiri ár, men sum nú vísir seg aftur at vera í varligum vøkstri.
- Fyri fyrstu ferð í seks ár síggja vit uppgongd fyri toskin í Barentshavinum, og hetta fegnast vit um, sigur fiskimálaráðharrin, sum vísir á, at hýsustovnurin eisini er í góðum vøkstri.
Samlaða kvotan av toski fyri 2027 er ásett til 325.000 tons, sum er ein vøkstur í mun til 2026 á 14 prosent.
Toskakvotan verður býtt millum Noreg, Russland og triðjalond eftir somu grundreglum sum onnur ár. Hetta merkir, veit Kystmagasinet.no at siga, at norska toskakvotan í 2027 verður 156.997 tons.
Samlaða kvotan fyri hýsu er ásett til 180.336 tons fyri 2027, sum er ein vøkstur á 18 prosent samanborið við 2026. Norski parturin av hýsukvotuni verður 88.973 tons.
Svartkalvakvotan verður á tilsamans 21.000 tons næsta ár, sum er ein vøkstur á 11 prosent í mun til 2026, og samlaða kvotan á kongafiski verður 67.090 tons, sum er ein lítil minking í mun til verandi kvotu.
Í 2027 verður - eins og í ár - eingin lodnufiskiskapur í Barentshavinum.