info
Ongi úrslit

Krevja innlit í ætlan um at niðurleggja verkætlanardeild á Landsverki

Fýra álirisfólk hava í dag sent umbøn um alment innlit til landsfyrisitingina fyri at fáa greiðu á arbeiðinum, sum hevur verið gjørt í sambandi við ætlanir um at niðurleggja Verkætlanardeildina á Landsverki

Eirikur Lindenskov
6. juli 2026 kl. 18:25

Fýra álitisfólk hava í dag sent umbøn um alment innlit til landsfyrisitingina fyri at fáa greiðu á arbeiðinum, sum hevur verið gjørt í sambandi við ætlanir um at niðurleggja Verkætlanardeildina á Landsverki ella á annan hátt broyta bygnaðin fyri byggi- og verkætlanarvirksemi landsins.

Umbønin er send sambært lógini um innlit í fyrisitingina og fevnir um øll skjøl frá 1. januar 2025 fram til í dag, sum hava samband við fyrireiking, viðgerð, ráðgeving, hoyring ella avgerð í málinum.

Álitisfólkini biðja millum annað um arbeiðsbólkafrágreiðingar, metingar av avleiðingum, váðametingar, kostnaðarmetingar, innanhýsis notat, arbeiðsskjøl, fundarfrásagnir, teldupostar og samskifti millum stjórnarráð, Landsverk og landsstýrisfólkið. Eisini verður biðið um innstillingar og tilmæli, sum eru latin landsstýrisfólkinum.

Um partar av skjølunum verða hildnir uttan fyri innlitið, krevja feløgini samstundis at fáa eitt yvirlit yvir hesi skjølini, saman við grundgeving og heimild fyri, hví tey verða undantikin.

Umbønin er undirskrivað av álitisfólkum vegna Starvsfelagið, Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Maskinmeistarafelagið.

Málið kemur í kjalarvørrinum á kjakinum um framtíðina hjá Verkætlanardeildini á Landsverki og møguligar bygnaðarbroytingar í almennu byggivinnuni.

Tey, sum hava skrivað undir umbønina um innlit, eru:

  • Erla Ree, álitisfólk Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
  • Árant Løkjá, álitisfólk Maskinmeistarafelagið
  • Sølvi Sjúrðarson, álitisfólk Starvsfelagið
  • Sonni Seyer, álitisfólk  Akademikarafelag Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

45 minuttir síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

3 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

3 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

3 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

4 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

4 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

5 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

6 tímar síðan