info
Ongi úrslit

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

Í Faroe Ship takka tey Petur Dagfinni Højgaard fyri stórt trúfesti, samstundis sum tey vóna at njóta gott av hansara ágrýtni í mong ár aftrat.

Vilmund Jacobsen
21. oktober 2026 kl. 16:53

Á samkomu hjá Faroe Ship í dag fekk Petur Dagfinn Højgaard handað eina viðurkenning í sambandi við, at hann nú hevur verið í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár.

- Petur Dagfinn byrjaði heilt ungur í pakkhúsinum í Runavík. Hann fekk sína fyrstu løn longu í 1976 og var leyst knýttur at felagnum fram til summarið 1986, tá hann fór í fast starv, 18 ára gamal.

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Faroe Ship í dag.

- Í 1990 byrjaði hann í deildini í Tórshavn, og síðan 1997 hevur hann verið fastur partur av terminaltoyminum hjá Faroe Ship sum stakkaraførari.

Í Faroe Ship takka tey Petur Dagfinni Højgaard fyri stórt trúfesti, samstundis sum tey vóna at njóta gott av hansara ágrýtni í mong ár aftrat.

- Hjartaliga til lukku við starvsdegnum, Petur Dagfinn! ljóðar heilsanin hjá Faroe Ship, nú eitt av starvsfólkunum hevur tænt fyritøkuni í samfull 40 ár

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

1 tími síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

2 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

4 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

5 tímar síðan
Tíðindi

Nú er nýtt etiskt ráð farið til verka

6 tímar síðan