Lesandi og lærlingar, sum hava langan veg í skúla, eiga møguliga at fáa ferðastuðul eftir sama leisti sum fólk, ið ferðast til arbeiðis.
Tað er spurningurin, sum Eirikur í Jákupsstovu tekur upp í einum skrivligum fyrispurningi til Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum. Fyrispurningurin verður umrøddur á tingfundinum í morgin, hósdagin 22. oktober. Málið er her.
Eirikur í Jákupsstovu biður um eitt yvirlit yvir, hvussu nógv lesandi og lærlingar á skúlaparti eru í Føroyum, hvar tey ganga í skúla, og hvussu langt tey hava millum bústað og undirvísingarstað.
Hann vil eisini vita, hvussu nógv ferðast sjóvegis ella gjøgnum undirsjóvartunlar, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta til undirvísing.
Vísir á fleiri túsund krónur um árið
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið eftir hansara tykki ikki altíð ger tað møguligt ella lætt hjá lesandi at ferðast millum heim og skúla. Tí nýta nógv egnan bil.
Hann setur fram trý roknidømi um, hvat ferðastuðul kundi givið, um lesandi vóru fevnd av somu skipan sum arbeiðspendlarar.
Við 200 skúladøgum um árið hevði ein næmingur úr Havn á tekniskum miðnámi í Klaksvík sambært hansara útrokning fingið 8.580 krónur. Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna hevði fingið 6.500 krónur, og ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn hevði fingið 9.680 krónur.
Hetta eru roknidømi hjá spyrjaranum um eina møguliga skipan. Talan er ikki um stuðul, sum er samtyktur at lata lesandi. Fyrispurningurin við roknidømunum.
Kann gera tað lættari at búgva heima
Eirikur í Jákupsstovu heldur, at ein slíkur stuðul kundi verið eitt fíggjarligt íkast og minkað um trýstið á lesandi at flyta nærri undirvísingarstaðnum.
Hann leggur tó ikki upp til, at lesandi skulu fáa stuðul úr tveimum ferðaskipanum samstundis. Fær ein ferðingina stuðlaða við ferðakorti hjá Strandferðsluni, skal viðkomandi eftir hansara ætlan ikki eisini fáa stuðul úr nýggju skipanini.
Fæst ikki eitt neyvt yvirlit, biður hann landsstýrismannin um eina samlaða meting, sum kann brúkast til at fyrireika eitt møguligt lógaruppskot um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúla. Les allan fyrispurningin.