info
Ongi úrslit

Fleiri eldraíbúðir til Gráa gullið í kommununi

Okkara eldri borgarar skulu hava munandi betri møguleikar at leiga ella keypa sær eldraíbúðir komandi árini, sigur Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Tað má gerast munandi lættari at fara úr sínum gomlu sethúsum í eina nýggja eldraíbúð.

Birgir Nielsen
17. september 2024 kl. 15:40

Í dag sita nógvir eldri borgarar í stórum sethúsum, sum kundi kundi verið selt yngri barnafamiljum. Hetta er ikki ein møguleiki hjá fleiri av okkara eldri, tí tey hava ikki nógvar møguleikar at leiga ella keypa sær eina eldraíbúð. 
 
Almenna felagið Bústaðir hevur bygt fleiri leiguíbúðir, men framvegis ikki nóg nógvar í mun til tørvin.
 
Tí eigur Tórshavnar Kommuna - ongantíð ov skjótt - at bjóða okkara eldri borgarum eitt munagott tilboð við fleiri nýmótans eldraíbúðum. Hetta kann eitt nú gerast umvegis bústaðarfeløg ella byggifyritøkur, har kommunan veitr hesum nøktandi byggiøki.
 
Møguleiki skal eisini vera fyri, at framtíðar eldraíbúðir til leigu í størri mun verða staðsett saman við røktarheimum í vøkrum økjum í kommununi. Hetta fyri at okkara eldri borgarar kunnu vera longst møguligt í eldraíbúðum, samstundis sum hetta betrar møguleikarnar fyri heilsurøktar-tænastum.
 
Framyvir skal bústaðarpolitikkurin í nógv størri mun taka atlit til okkara eldri borgarar. Tað hava tey uppiborið.
 
Birgir Nielsen, býráðslimur
Valevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu
 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

0 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

10 minuttir síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

1 tími síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

3 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

3 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

4 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

4 tímar síðan
Tíðindi

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

4 tímar síðan