Tað veit AFP-tíðindastovan at siga í dag.
Sambært keldum, sum vita um álopið at siga, var tað Alam-legan í Shabwa-økinum, sum varð álopin við ballistiskum rakettum í dag.
Tíðindastovan Saba, sum houthi'ararnir hava ræðið á, váttar, at tað var uppreistrarbólkurin, sum stóð aftanfyri álopið á hernaðarleguna.
AFP veit at siga, at síðan 2014 hevur houthi-uppreistrarbólkurin havt eftirlitið við stórum pørtum av Jemen, harímillum høvuðsstaðnum, Sana.
Sagt verður, at herurin í Saudi Arabia hevur hjálpt altjóða stjórnini í Jemen, og tað hevur eydnast at reka houthi'arar aftur úr fleiri økjum.
Vit kunnu leggja aftrat, at stuðulin, sum Saudi Arabia veitir stjórnini í Jemen, helst er ein orsøkin til, at houthi'arar í seinastuni hava framt fleiri álop á Saudi Arabia.